Eitt skip lagt aftrat í FAS

Hetta verður 5 skipið í siðbundna felagnum í Fuglafirði

SANDSHIP hevur ogna sær eitt farmiskip afturat. Skipið er bygd í Hollandi í 2001 og lastar um 3.000 tons.

Økingin kemst av vaksandi eftirspurningi í útlandinum. Jørgin Jacobsen stjóri sigur, at skipið er í sera góðum standi, og verður umbygt til sjálvlossara, áðrenn tað kemur í sigling tíðliga í komandi árið.

Skipið verður innlima í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina FAS. Hetta verður 5 skipið í siðbundna felagnum í Fuglafirði.