Eitt hart 2023 er farið framvið
Eitt hart 2023 er farið framvið. Nú vit skriva 2024, kunnu vit hyggja aftur á árið, ið fór. Gera eina eftirmeting av lønarsamráðingunum, sum vardu frá apríl 2023 til miðjan novembur.
Á felagnum vóru vit klár í góðari tíð. Ætlanin var heilt greitt, at nýggi sáttmálin skuldi verða klárur, tá gamla sáttmálaskeiðið var runnið. Leistur við at samráðingar koma í langdrag og arbeitt verður við gomlum sáttmála í mánaðar og summum førum ár, eigur ikki at koma fyri.
—
Spenningur var stórur, tá vit gjørdu okkum klár til samráðingarnar. Stóra evnið undir valstríðnum var løn til umsorganarstørvini, og vallyftini vóru greið.
Somuleiðis var spenningurin millum limirnar stórur. Nýggir tónar í politiska landslagnum. Vóru politikkarnir loksins vaknaðir og farnir at lurta eftir okkum? Líka so stórur sum spenningurin var, líka so stórt var vónbrotið, tá tað eftir valið gjørdist greitt, at sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki vóru við í nógv umrødda lønarlyftinum.
Longu frá byrjan í samráðingunum varð greitt, at okkum var einki boðið – og als einki givið. Ein karmur var lagdur, og hann skuldi haldast. Og tí var veruleikin, at einki var at samráðast um.
Heilsuverkið hongur saman av vælvild
Tá vit tosa um at tryggja heilsuverkið, eru tað ikki tóm orð. Tí vit vita, hvat vit tosa um. Vit kenna allar trupulleikarnar, starvsøkið er í. Teir eru:
- Vit mangla sjúkrarøktarfrøðingar
- Vit mangla serútbúnar sjúkrarøktarfrøðingar
- VIt hava stórar trupulleikar at dekka kvøld- og náttarvaktir
Fyri at manna allar vaktir, er neyðugt at gera seg inn á frítíðina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Alt starvsøkið hongur saman av vældvild og ábyrgarkenslu hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Um vit bara í eina viku arbeiddu tað, ið vit eru settar til, dettur alt økið sundur. Eiga sjúkrarøktarfrøðingarnir einsamallir ábyrgdina av okkara starvsøki? Spurningurin er helst, um politiska skipanin yvirhøvur fer at lurta eftir okkum, so leingi vit vísa vælvild og taka ábyrgdina á okkum fyri at loysa trupulleikarnar.
Hetta er ikki tað samfelagið, sum eg havi fortalt mínum børnum, at vit búgva í.
—
Samráðingarleisturin, sum vit møta við einum føstum karmi krevur, at vit góðtaka tær lønarásetingarnar, sum eru gjørdar í 1969. Nógv er sagt og skrivað um tænastumannareformin, ið varð gjørdur av danska fólkatinginum í 1969. Men tann stutta frágreiðingin er, at sjúkrarøktarfrøði er mett at vera eitt kvinnufak, og tí varð lønin innsett 20% undir typiska útbúgvingarstøðinum, um vit samanbera við typisku mannafólkafakini.
Hetta varð gjørt, tí maður varð sagdur at vera forsyrgjari av familjuni. Dansk Sygeplejeråd, sum føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnir hoyrdu undir, átalaði hesum beinavegin. Uttan úrslit, tí tað varð als ikki lurtað. Somu lagnu liðu øll kvinnufakini. Ein kynsdiskrimerandi lønaráseting, sum hevur fylt okkum líka síðani, tí landsins leiðsla heldur fast í, at tað er ein lønarkarmur til allan arbeiðsmarknaðin.
Hann ið hevur, honum skal verða givið
Tað er ikki rakettvísund at rokna seg fram til avleiðingarnar av hesum samráðingaleisti. Hægstu inntøkurnar fáa altíð hægstu lønarhækkan í krónum. Longu í 4. flokki í fólkaskúlanum lærdi eg at rokna prosent. Hægri talið er, tú roknar av, meira fært tú.
Um vit, sum sjúkrarøktarfrøðingar, góðtaka hendan roknihátt, góðtaka vit eisini kynsdiskrimerandi staðsetanina, sum varð gjørd í 1969. Hana fari eg ongantíð at góðtaka.
Spurningurin er so, um politikkarar eiga at blanda seg í samráðingarnar. Svarið er heilt greitt: NEI. Men politikkarar, sum eru valdir at umboða fólkið, eiga sum minimum at hava eina meining, um samráðingarleisturin er rættur. Eisini eiga politisku flokkarnir at hava eina meining um arbeiðsmarknaðarmál og harvið lønarviðurskifti í Føroyum.
At halda fast í einum samráðingarleisti, sum á ongan hátt tekur hædd fyri tørvinum, sum samfelagið hevur á arbeiðsmegi, er ábyrgdarleyst. Ábyrgdarleyst bæði fyri løntakaran og samfelagið sum heild.
—
Øllum kunnugt, endaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir í einum drúgvum verkfalli. Longsta verkfall í nýggjari tíð.
Á felagnum vistu vit sjálvandi, at tað var neyðugt at javnviga millum, hvat var ráðiligt, og nær vit herdu. Vit høvdu longu frá byrjan fingið greið boð: Fóru vit í verkfall, so var politiskur meiriluti fyri at lóggeva okkum til arbeiðis aftur.
Eftir at hava hildið alt sjúkrahúsverkið koyrandi við akuttum virksemi gjøgnum fýra vikur, avgjørdu vit at herða verkfallið. Neyðugt varð at fáa ein enda á støðuni. Bæði fyri okkara limir og fyri allar føroyingar.
Avleiðingarnir vóru eisini, sum øllum kunnugt, at løgmaður fór í løgtingið við eini lóg, har avgerðarrætturin fyri undantøku av verkfallinum, varð givin sjúkrahússtjóranum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar varð sett á síðulinjuna.
Lippandi tingfólk rystandi við røddunum, sum tosaðu um, at hetta var svartasti dagur í tinginum, fóru frá øllum, ið tey annars hava bygt sín politiska stevnumið á. Útsagnir um at verja lív og heilsu vórðu nógvar. Eg vildi ynskt, at somu løgtingsfólk høvdu sett sjóneykuna á lív og heilsu ein vanligan dag, tá sjúkrahúsverkið ikki fær mannað deildirnar. Tað er ikki sørt, at ein kennir seg háðaðan.
Ein misnýtsla av valdi og løgtinginum, sum lat seg misnýta
Meðan tingfólk viðgjørdu uppskotið um at lóggeva sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis til bráfeingis viðgerð, varð ikki ein spurningur settur felagnum. Eingin bað um nærri frágreiðing. Líkasælan tóktist fullkomin, tí sjáldan hevur ein sæð so nógv tingfólk ganga í takt efitr boðunum frá løgmanni. Eingin fylgdi egnari sannføring.
Løgmaður hevði eitt val. Hann kundi álagt landsstýriskvinnuni at fara til samráðingar. Tað gjørdi hann ikki. Sum løgmaður sjálvur greiddi frá her á felagnum, blandaði hann seg ikki upp í samráðingarnar. Kanska hann ikki gjørdi tað. Men eitt er vist, og tað er, at hann bar eitt lógaruppskot í tingið, sum tryggjaði honum sjálvum og fíggjamálaráðnum alt vald. Sostatt gjørdi løgmaður og løgtingið verkfallið óneyðuga drúgt.
Eftir stendur, at okkara lóggevandi vald avgjørdi at lóggeva til egnan fyrimun. Ein misnýtsla av valdi og av løgtinginum, sum lat seg misnýta.
Allar samráðingar mugu enda við semju, og soleiðis varð sjálvsagt eisini hesaferð. Eftir seks vikur við verkfalli, varð ein semja undirskrivað. Nøgd vóru vit ikki. Tó staðfestu vit, at hetta máttu vit liva við hesaferð.
Á felagnum hildu vit eisini, at vit kundu bera hesa semju til okkara limir uttan at skammast. Tíverri vardi hendan kenslan ikki leingi. Síðani “semjan” varð undirskrivað, eru øll hálønt starvsfólk hjá landinum spankuleraði í svartaskóm oman í Tinganes at undirskriva metstórar lønarhækkanir.
Orsøkin er einføld. Hetta eru lønarkrónurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum skuldu gjalda ásetingarnar í okkara sáttmála. Broytingar, ið vóru neyðugar fyri at halda løgtingslóg um hvílitíð og sáttmálaásetingar, ið regulera frítíðarskeið. Eiga vit yvirhøvur at bera kostnaðin av at halda løgtingslóg og sáttmála?
Eiga vit, sjúkrarøktarfrøðingar, at bera kostnaðin?
Broytingarnar vóru eisini neyðugar, um vit í Føroyum skulu tryggja eitt dygdargott heilsuverk framyvir. Broytingar, sum eru alneyðugar, um vit framyvir skulu tryggja okkum, at tað verður veitt sjúkrarøkt alt samdøgrið. Eiga sjúkrarøktarfrøðingarnir at bera kostnaðin av at tryggja øllum føroyingum eitt heilsuverk???
Hetta er serliga undrunarvert, tá vit hugsa um, at 2. novembur, tá løgtingið frátók felagnum øll rættindi. Fleiri tingfólk, íroknað løgmann sjálvan, vóru á tingsins røðarapalli og førdu fram, at tað sjálvandi kostaði at taka rættindi frá fakfeløgum. Ikki kom tað mær til hugs, at tey meintu, at tað vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið skuldu gjalda henda kostnað.
Hendan samráðingarrundan hevur greitt víst, at okkara løgting, landsstýrisfólk og løgmaður sjálvi vilja fasthalda tann samfelagsbygnað, sum varð lagdur í 1969.
Fyri meg persónliga og fyri tær megnar kvinnur, sum manna nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, er hesin atburður eitt stórt slag fyri bógvin. Ongantíð áður, hava vit kent okkum so lítið virðismettar sum kvinnur og sum serkønir sjúkrarøktarfrøðingar.
Nú er økt um lønarmunin enn eina ferð, og sjúkrarøktarfrøðingar dragna afturúr í mun til samanberligar útbúgvingar. Tað skal tó verða sagt, at vit, á ongan hátt, finna okkum í hesi viðferð.
Óluva í Gong, forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar