Eirikur í Jákupsstovu skal stýra Fiskamálaráðnum

Flytur úr Almanna- og mentamálaráðnum til Fiskimálaráðið

Nýskipanarnevndin skjýtur upp aðalráðini skulu broytast og fækkast.

Nú er avgerð tikin. Umframt Løgmansskrivstovuna skjýtur nevndin upp, at landsstýrið verður skipað sum Vinnumálaráð, Útbúgvingar- og mentamálaráð, Almanna- og heilsumálaráð, Uttanríkis- og umhvørvismálaráð, og Fíggjarmálaráð.

Tað er í hesi kabalini at Eirikur í Jákupsstovu skal stýra Fiskamálaráðnum, sum nú skal eita Vinnumálaráðið.

Vit, Firkimannafelagið, ynskja Eirikur í Jákupsstovu til lukku við sessinum.