Eirikur á Húsamørk farin frá sum stjóri á Høvdavirkinum

Nýggjur stjóri í Faroe Marine Products er Jákup Eli Thomsen í Hoyvík

Faroe Marine Products, sum eigur Høvdavirkið í Leirvík, hevur fingið nýggjan stjóra.

Tað er Jákup Eli Thomsen í Hoyvík, hevur Skrásetingin fingið at vita.

Samstundis er Eirikur á Húsamørk í Leirvík farin frá sum stjóri.

Eirikur á Húsamørk er nú í nevndini.

Niels Winther Poulsen og Hallgerð Halldórsdóttir á Húsamørk eru farin úr nevndini.

 

Partapeningurin hækkaður 10 mió. 

Viðtøkurnar hjá felagnum eru broyttar, og partapeningurin er hækkaður 10 milliónir upp í 14 milliónir krónur.

Sambært heimasíðuni hjá Varðanum var partafelagið Faroe Marine Products stovnað í 2001. 

Virkið var stovnað saman við íslendingum.

Føroyingar og íslendingar áttu tá 50 prosent í part. 

Í dag er virkið føroyskt burturav. 

Eirikur á Húsamørk eigur 14 prosent og Varðin 86 prosent.

Varðin keypti seg inn í virkið í 2016.

Tað skrivar kvf.fo