Einki bendir á, at Golfstreymurin hvørvur í bræði
Tað er bara ein spurningur um tíð, um vit ikki taka veðurlagsbroytinganar í álvara, ssegði havfrøðingur í Degi & Viku -
TRÝST HER Ósannlíkt at Golfstreymurin hvørvur í bræði | Kringvarp Føroya (kvf.fo).
Á Havstovuni hava tey gjørt mátingar av ymsum greinum av streyminum við Føroyar í meira enn 25 ár. Tey síggja ikki, at streymurin er víknaður, sigur Karin M.H. Larsen.
Einki bendir á, at Golfstreymurin hvørvur í bræði, sigur havfrøðingur á Havstovuni í sambandi við at ein donsk kanning í farnu viku kunngjørdi, at sannlíkindini fyri, at streymarnir - teirra millum Golfstreymurin - fara at hvørva, eru nógv størri enn fyrr hildið.
Tað sæst ikki, at streymurin er viknaður, men aðrar broytingar eru sæddar. Sannlíkt er eisini, at Golfstreymurin viknar, um vit ikki taka veðurlagsbroytinganar í álvara.
Tað skrivar kvf.fo í samband við innslag í Dagur & Viku.