Eingin kann liva av parttíðarstarvi

Vit mæla staðiliga frá at lýsa føst størv sum hálvtíðarstørv, tí tað bindur fólk í fátækdømi. Vit eiga ikki at hava skipanir, sum binda fólk niður, soleiðis at tey ikki kunnu forvinna sær eina løn, ið er at liva fyri. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

28.03.2023

Tað eru framvegis alt ov nógv tíðaravmarkað og parttíðarsett størv í fólkaskúlanum. Vit vita um lærarar, sum ár eftir ár fáa í boði starvið, teir hava røkt í fleiri ár, men teir mugu søkja starvið á hvørjum ári, tí starvið er ikki teirra. Sama er galdandi fyri nógvar nýútbúnar lærarar, sum fáa í boði parttíðar starv. Fyri at fáa fótin inn um skúlagátt, sum er umráðandi hjá lærarum, ið júst hava fingið prógvið í hondina, taka nógvir lærarar av, men eins og fyri nógvar lærarar í tíðaravmarkaðum starvi, so er starvið ótrygt, og lønin er lág, tá starvið ikki er fult.

- Eingin kann liva av einum parttíðarstarvi, heldur ikki tey, sum júst hava fingið læraraprógv. Nógvir lærarar fáa ikki annað í boði enn eitt parttíðarastarv. Í fjør var søkt eftir fleiri enn 30 lærarum til parttíðarstarv til setanarbroti 0,7 ella so, aftrat tí koma allar lýsingarnar sum hava verið í skúlaárinum. Tað er ein onnur støða, at summir lærarar velja at arbeiða í einum lægri broti; sum vit síggja eru tað allarmest kvinnur, sum velja at fara niður í tíð í eitt ávíst tíðarskeið, meðan tær eiga smábørn. Summar velja at arbeiða fleiri ár ella varandi, hetta tað gongur út yvir teirra lívsløn og pensjónssamansparingina.

At summi velja at arbeiða parttíð, eigur ikki at verða blandað saman við teimum, sum eiga at fáa tryggari setan, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

- Trupulleikin er, at lærarar, sum velja at arbeiða parttíð sum ein varandi loysn, hava verið brúktir sum undanførsla fyri, hví vit hava so nógv tíðaravmarkað størv. Arbeiða hesir lærararnir í einum broti á 0,7, so eiga teir at verða roknaðir sum 0,7 í starvsfólkahópinum, og ikki sum fulltíðarstørv, tá roknað verður út, hvussu nógv føst størv kunnu setast við ein skúla. Vit mæla staðiliga frá at lýsa føst størv sum hálvtíðarstørv. Allir yrkisbólkar royna av øllum alvi at sleppa frá parttíðarstørvum, tí tað bindur fólk í fátækdømi. Vit eiga ikki at hava skipanir, sum binda fólk niður, soleiðis at tey ikki kunnu forvinna sær eina løn, ið er at liva fyri. Eingin kann liva at einum hálvtíðarstarvi; tað nyttar heldur ikki at tosa um at leggja møguligar leysar tímar aftrat, tí tað er eingin trygd fyri, at tað eru nakrir leysir tímar, og lærarar fáa heldur ikki eftirlønargjald av leysum tímum sum aðrir fakbólkar.

Tímajáttanin til skúlarnar elvur til trupulleikar eisini hjá teimum, sum eru leyst atknýtt, so sum vikarar. Skúlar vilja helst hava fastar vikarar knýttar at skúlanum, sum verða tilkallaðir, tá tað berst lærara frá at undirvísa orsakað av sjúku, skeiði ella aðrari fráveru. Støðan er soleiðis, at leiðslurnar ringja eftir vikarum hvønn dag.

- Hetta er ikki ein virðilig støða, hvørki fyri læraran ella skúlan. Hetta er at samanbera við bønarfólkini fyrr í tíðini, sum hvønn dag hopaðu, at boð vóru eftir teimum. Vikarar í dag eru ofta nýútbúnir lærarar, og í stórum skúlum eru so mikið nógvar uppgávur, at tað altíð er brúk fyri eyka læraraorku. Tað er eitt stórt virði í, at vikarurin kennir skúlan, lærarar og næmingarnar, og vikarum tørvar eisini trygd við fastari setan og fastari løn. Hesi tæna skúlanum ógvuliga væl, men skúlin hevur ongar skyldur mótvegis teimum. Vit mugu fáa betri avtalur, sum lofta hesum lærarunum, og myndugleikin eigur ábyrgdina at veita føstum vikarum tryggari setanarviðurskifti.

Ein stórur bági at gera batar á økinum er, at tímajáttanin, sum verður latin skúlunum í mai sambært næmingatalinum í februar, verður rullað aftur, um næmingatalið 1. september minkar. Í samrøðu við Skúlablaðið í februar ásannar landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, at hetta leggur nógvar forðingar fyri skúlarnar, tá ið talan er um at seta lærarar og skipa virksemið komandi skúlaárið.

- Verður játtanarskipanin broytt, so komu vit langt, tí skipanin hevur víst seg at hava stórar avleiðingar fyri skúlar og lærararnar í tíðaravmarkaðum starvi, tá næmingatalið minkar, onkuntíð bara við nøkrum fáum næmingum. Hetta kann hava tær avleiðingarnar, at leiðslan missir tímar, og lærari missir starv. Tó mugu vit hava í huga, at veksur næmingatalið munandi, so eigur ein meting at verða gjørd, hvørt skúlarnir eiga at fáa fleiri tímar. Skúlin er ov nógv stýrdur eftir einum rokniarki niður í smálutir uttan fyrilit fyri veruligu umstøðunum í einstaka skúlanum. Tá ein skúli missir játtaðar tímar, gongur tað út yvir alt, lærarasamanseting og læraraorku, leiðslumøguleikarnar og harvið næmingarnar eisini. Tá skúlin hinvegin fær nakrar tímar lagdar aftrat í september, so merkist tað ikki stórvegis, tí tað er lættari at tillaga virksemið til fleiri tímar enn færri.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum sigur í samrøðu við Skúlablaðið, at hann er sinnaður at hyggja nærri at skipanini viðvíkjandi tíðaravmarkaðum størvum og gera tillagingar.