Ein snjóugla í Fagradali - ein uppliving í heimsklassa!
Í gjár ( hósdagin ) var eg ein túr uppi við Halgafelstind í Eysturoynni. Ein snjóugla hevur verið at sæð í økinum á hvørjum heysti seinasta trý árini og m.a. Tummas Jacobsen og aðrir hava sæð ugluna aftur í ár. Tað eydnaðist mær at finna snjóugluna aftur í sama øki í Fagradali.
Tað skrivar fuglaserfrøðingurin, Silas Olofson á facebook.
Eg setti meg burturfrá og brúkti lítlan tíma at fáa ugluna at venja seg við meg. Hon gjørdist rættiliga spøk og helt meg kanska meir vera ein seyð enn fólk. Sostatt slapp eg rættiliga nær at avmynda hana. Talan er um gamlan steggja. Helst reiðrast hann langt móti norði, men kemur í vetrarvist í Føroyum. Eg sá eisini ugluna spýggja og havi nú givið tjóðsavninum spýggið, so kannast kann hvat uglan veiðir til matna. Ein uppliving í heimsklassa!
Um tú ert vinur við facebook-vangan Fuglar í Føroyum, so sært tú fleiri myndir TRYST HER https://www.facebook.com/photo?fbid=10228290517466454&set=pcb.2362785150539670