Ein sjáldsamur gestur

Gráhavur gýtir ikki á hvørjum ári

Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin, ið verður skrásettur í dátagrunninum hjá Havstovuni.

Gráhávurin var ein kvennfiskur, 145,5 cm langur og vigaði 13,65 kg. Gráhávur kann gerast tveir metrar langur, men er vanliga ikki størri enn hálvan annan metur. Magin á gráhávinum var tómur, og eisini var rognaposin tómur. Gráhavur gýtir ikki á hvørjum ári, men umleið annað til triðja hvørt ár, og gýtir hann tá millum 20 og 40 livandi ungar áleið eitt ár eftir, at eggini eru gitin innvortis.

LES MEIR UM GRÁHÁVIN OG FLEIRI MYNDIR HER Gráhávur – ein sjáldsamur gestur - Havstovan

Havstovan takkar Símun Johannes Nybo fyri at hava vent sær til Havstovuna, og gráhávurin er nú latin Tjóðsavninum í varðveitslu.