Ein fjølbroytt bók
“Tey fóru til Íslands”, er 9. bókin í røðini - Mín krýnika - eftir Jógvan Arge. Ein fjølbroytt bók, sum mest sigur frá fiskivinnu og útróðri í Føroyum og Íslandi, frá 1870unum og til okkara dagar.
Eisini tekur Jógvan Arge í aftur húsagangin í 1992, ið eisini varð viðgjørdur í Mín krýnika 8. Marita Petersen sigur frá upplivingini at taka við sum løgmaður í einum trotabúgvi, sum danska stjórnin umsat. Eilif Samuelsen, Jógvan I. Olsen og Óli Jacobsen greiða frá sínum royndum í svárastu kreppu, ið hevur rakt Føroyar.
Men høvuðsdenturin í nýggjastu bókini er samstarvið millum Føroyar og Ísland. Eitt samstarv, ið báðir partar hava fingið nógv burturúr, og lært nógv av.
Føroyski fiskiskapurin í Íslandi tók seg upp, stutt eftir at einahandilin var niðurlagdur í 1856. Bókin lýsir tíðarskeiðið, við frásagnum frá bæði kvinnum og monnum.
Umstøðurnar broyttust hjá føroyska fiskiskapinum, tá Ísland fekk fullveldi í 1944. Íslendski flotin varð endurnýggjaður, og fleiri føroyingar fóru at sigla við íslendskum skipum, tey vánaligu árini í Føroyum í 1950unum.
Nógv var lagt fyri, og bókin gevur innlit í ræðandi vandaferðir orsakað av illveðri, frosti og kavaroki. Teir flestu vunnu heim, men ikki allir.
Við spennandi frásagnum gevur bókin innlit í livikor í einum tíðarskeiði, har lívsvandi ongantíð var meira enn eina armslongd burturi.