Ein fiskimaður breyðføðir átta pedagogar

Fiskimaðurin arbeiðir 84 tímar skal niður í løn. Pedagogurin skal arbeiða 37 tímar og upp í løn.

Hvussu nógvir sjómenn skulu til fyri at breyðføða ein pedagog? Hetta verður helst kjakevnið í hitarúminum í svimjihøllini í Klaksvík komandi dagarnar.  

 

Svarið blæsir í vindinum. Greitt er tó, at Rutt Vang longu í dag hevur brúkt helmingin av øktu inntøkunum frá hægri tilfeingisgjøldum frá fiskivinnuni. Tað eru bert tvær vikur síðani, at fíggjarmálaráðkvinnan boðaði frá eini tvífalding av veiðugjøldunum á Barentshavsflotan og øðrum pørtum av fiskiflotanum. Hetta skuldi geva upp ímóti hundrað milliónir krónur meira í Landskassan. Endamálið var eitt størri yvirskot á fíggjarlógini. Fiskimaðurin skal rinda við eini lægri hýru.

Men longu í dag hevur Rutt Vang verið úti við kekkheftinum og brúkt slakar hálvtrýss milliónir krónur upp á at leska úrvaldar løntakarabólkar við einum lønarlyfti.

Les alla greinina í Nordlysi.fo HER https://nordlysid.fo/tidindi/78058/ein-fiskimadur-breydfodir-atta-pedagogar?fbclid=IwAR0DFY8VdL1W3gY1jfV2bArag7HuefylddbtSZsUJuVyAnqHKQOvhFO6U7w