Ein fegin reiðari og skipasmiðjustjóri í 1972
Tað var ein stórur dagur í 1972, tá 20 tonsarin Granit varð koyrdur á sjógv og latin Svend Thulesen, sum hevði latið bátin byggja. Hetta var annar báturin av hesum slagnum, sum varð bygdur á skipasmiðjuni á Grótrætt, har Jógvan Olsen ella Jógvan hjá Axel var stjóri.
Fleiri myndir niðanfyri greinina.
Í november í 1989 varð Granit seldur á tvingsilssølu, har landsstýrið keypti bátin fyri 740 000 krónur í kappbjóðing við Sjóvinnubankan. Tá hevði báturin ligið í langa tíð. Landsstýrið vildi vælsaktans tryggja sær peningin, sum tað hevði tilgóðar í bátinum, men hetta vóru smápengar sammett við øll veðhaldini, sum landsstýrið seinni mátti bløða fyri, og sum medvirkaðu til at koyra landið á húsagang. Eg veit ikki, hvat síðan hendi við bátinum, og um hann framvegis er til.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á facebook.
Eskild Hansen, sum málaði bátin, tók myndirnar.