Ein dynamitløðing varð løgd har afturi í skipinum
Fýra av teimum seinastu fimm sluppunum í Klaksvík liggja við bryggju um jóltíðir í 1971, og hóast ymsar ætlanir um varðveitslu so fóru tær allar fyri einki. Sluppirnar eru frá vinstru: Fimm Systrar, Gudrun, Sigurfari og Sæborg.
Fimm systrar varð strikað av skipalistanum í 1970. Miðskeiðis í 1970 unum var upp á tal at varðveita hana, og tá varð hon tikin upp á beding í Klaksvík. Men tað vísti seg, at stýriborðssíðan, sum hevði vent inn ímóti kaiini, var so uppetin av skelmaðki, at har var onki at gera. Tískil varð hon søkt í Haraldsundi.
Eftir at Gudrun varð løgd í 1975, keypti ein grunnur í Klaksvík skipið at varðveita, men har spurdist onki burturúr. Seinni keypti Jógvan Petersen í Vestmanna ella Jógvan á Sev, sum vestmenningar kallaðu hann, skipið. Hon varð sleipað til Vestmanna, har hon lá fyri teym í nøkur ár, men seinni í 1970 unum varð hon søkt í Vestmannasundi.
Íslendingar keyptu Sigurfari frá Seglhúsmonnunum í 1974, eftir at hon hevði ligið í nøkur ár. Í Íslandi varð sluppin sett upp á land á Akranesi, har hon var ein býarmynd. Tað er kostnaðarmikið at viðlíkahalda og umvæla gomul træskip, og í 2019 var sluppin so illa farin, at avgjørt var at beina hana burtur.
Sæborg varð søkt í Kalsoyarfirði í november 1973. Ein dynamitløðing varð løgd har afturi í skipinum, og løtu seinni sakk sluppin. Esther var tann seinasta sluppin, sum var til fiskiskap, men hon er ikki við á myndini. Hon endaði í Grimsby, har hon varð smíðað í 1888. Har varð ætlanin at varðveita hana, men hon fór eisini fyri onki. Oddbjørn Vágslíð tók myndina um jóltíðir í 1971.
Tað skrivaði Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á facebook fyrr í summar.