Ei bert fyri teg og tíni, Ei bert fyri meg og míni, men fyri alt Føroya land
Ein sannur gleðisdagur, nú standmyndin av Andreu Árting varð avdúkað. Glað at so nógv fólk vóru møtt og at øll tóku so væl ímóti Fagnaðartræðnum, sum Edvard Fuglø listamaður sjálvur kallar standmyndina
Eg bar hesi orð fram
Ei bert fyri teg og tíni
Ei bert fyri meg og míni
Men fyri alt Føroya land
Hesu orð úr yrking, ið Andrea Árting yrkti til fiskimannin siga í grundini alt um tey grundvirðir ið eyðkendu hesa kvinnu, vit heiðra í dag.
Rættvísi og javnstøða vóru skjaldramerki hennara.
Rættvísi og javnstøða fyri arbeiðandi fólki, fyri kvinnur og fyri tjóðina.
Orð kunnu illa lýsa hvussu glað og stolt eg eri av at vit loksins standa her í dag og kunnu avdúka hesa sermerktu standmynd av Andreu Árting, sum Edvard Fuglø listamaður hevur staðið fyri. Uttan samanbering tann mest ambisjøsa standmyndin ið Tórshavnar býráð sjálvt hevur tikið stig til og reist og sum við síni stødd og staðseting eisini týðiliga signalerar, at hesa kvinnu - ið hevur barst alt sítt lív fyri tí arbeiðandi fólkinum í Havn - vilja vit heiðra.
Eg hugsi tað var til eitt 8.mars hald fyri eini 10-12 árum síðan, at ein spurnarkanning var gjørd um, hvørja kvinnu vit áttu at heiðra við einari standmynd. Eg setti sjálv Andreu Árting ovast á mín lista og tá talt var upp, átti hon nógv flestar atkvøður. Tá eg so nøkur ár seinni í 2018 sat í sessinum sum forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu bleiv tað at reisa eina standmynd av Andreu Árting eitt av mínum hjartamálum. Og nú seks ár seinni gjørdist dreymurin til veruleika.
Eg eri sera fegin um, at núsitandi býráð tók stafettina og arbeiddi víðari við verkætlanini, soleiðis at tvey fylgjandi býráð hava staðið saman um hesa stóru uppgávu.
Og allarmest eri eg errin av at vit nú geva Andreu Árting tann heiður og tað minni hon hevur uppiborið - og at tað verður mitt í Havn – beint her, har so nógv folk ferðast framvið, standa og práta og bíða eftir bussinum hvønn einasta dag. Fólk sum nú og í framtiðini fara at steðga á við standmyndina og undrast og læra um Andreu og hennara virki. Sum fara at skilja, at har eisini vóru kvinnur ið hava gingið undan, hava tikið stór tøk og barst fyri teimum rættindum, sum vit njóta gott av og taka fyri givið í dag.
Tað tey fara at síggja er ein kvinnulig fyrimynd. Ein ið var slóðbrótari á so mongum økjum. Í veruleikanum okkara fyrsti javnstøðu-forkempari, Andrea Árting bardist bæði fyri sosialum rættvísi og fyri rættvísi fyri kvinnur. Hetta gekk eisini aftur á tí tjóðskaparliga økinum, har hon ynskti rættvísi fyri tjóðina og at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugt land.
Serliga var Andrea ein ímynd fyri fakfelagsstríðið í Havn. Í gjøgnum 40 var hon virkin í Havnar Arbeiðskvinnufelag og hon legði ikki árarnar inn sum forkvinna fyrren hon sum 86 ára gomul loksins fekk sítt lívsverk ígjøgnum: at kvinnur fingu somu løn sum menn fyri sama arbeiði.
Tað snýr seg um rættvísi
Tí eri eg so ómetaliga stolt av, at vit í Havn nú endiliga fáa fyrstu standmynd av navngivnari kvinnu, hvørs avrik á so mongum økjum hava skarað framúr. Standmyndir og list í almenna rúminum hava stóran týdning, tí hana síggja øll fólk - og ikki bara tey ið hava áhuga fyri list og vitja listasøvn. Tann listin og tey minnismerkini vit síggja í gerandisdegnum og ganga framvið, gera nakað ótilvitað við okkum. Tey mynda okkara veruleika og samfelagsliga medvit um brøgd, ið eru framd og hvørji fólk hava framt nakað serligt í okkara landi og samfelag.
Og um vit bert síggja standmyndir av monnum - so ber tað óbeinleiðis boð um, at bert menn hava gjørt nakað nóg merkisvert til at hava uppiborið at fáa eina standmynd reistar eftir seg. Men nú kunnu gentur og kvinnur eisini spegla sær í einari standmynd av einari kvinnuligari hetju. Soleiðis kunnu vit rætta ein skeivleika frameftir, sum vónandi kann vera við til at kveikja áhaldandi dreymar og stríð fyri rættvísi – sum Andrea Árting sjálv segði tað:
Ei bert fyri teg og tíni,
Ei bert fyri meg og míni
men fyri alt Føroya land