Eg var mær og vitjaði - bátasmiðin…
Eg var mær og vitjaði - bátasmiðin…
Sama dag, sum vit skuldu aftur til Danmarkar, var eg og vitjaði Jóan Petur Clementsen, bátasmið á Sandi, í verkstaði hansara. Jóan Petur, sum er mammubeiggi konu mína, hevur smíðað og umvælt føroyskar bátar í samfull 47 ár. Fyrstu árini saman við pápanum, Mariusi Clementsen, og seinastu mongu árini einsamallur. Og nógvar sera snotiligar bátar hava hann og pápin latið úr hondum, og ikki kann sigast annað enn, at talan er um sera gott handverk. Tá ið eg vitjaði var hann ígongd við at umvæla áttamannafarið Kallanes. Báturin varð smíðaður í Svínoy í 1945 og er hann størsti bátur, sum nakrantíð er smíðaður í Svínoy. Poul Johannus smíðaði bátin, ið fekk navnið Kallanes. Báturin var í Grønlandi og róði út frá skonnartini Polo í 1948 ella 1949 og fýra menn vóru við bátinum. Fyrst hevði hann ein Stewart-motor, men seinni fekk hann ein 8-10 hesta Saab-motor. Vanliga er eitt áttamannafar 24 føtur millum stavnarnar, men hesin báturin er 25 føtur. Og sjálvandi skulu tit ikki snýtast fyri myndir av Kallanesi.
Tað skrivar Súni Fríði Johannesen á sínum facebook-vanga og sum eisini eigur myndirnar