At siga at tað er trupult at fara í barsilsfarloyvi, tí man siglir, er ikki haldbart argument

Her kundi Føroya Fiskimannafelag gingið á odda og verið ein fyrimynd fyri okkum øll.

Um eg td. hyggi at sáttmálanum hjá fiskimonnum, síggi eg onki, what so ever, skrivað um barnsburðarfarloyvi hjá fiskimonnum, hyggi eg inn á heimasíðuna hjá barsilsskipanini síggi eg heldur onki um barsil til sjómenn, bara okkurt smávegis um teir, sum sigla undir FAS skipanini. Og hvar eru reglurnar fyri kvinnur, sum eru við barn og sigla úti?

Tað skrivaði Marna Jacobsen í eini grein her á síðuni í gjár.

Her er øll greinin. 

Tá eg hugsi sjómaður, so er eitt av mínum fyrstu minnum ein filmur, sum var vístur í Sørvágs skúla av lívinum umborð á Brandi Sigmundarson; tað, sum eg minnist allarmest, var scenan á einari kai, har sjómaðurin fer umborð við klæðsekki á bakinum, og gentan stendur á kaiini og grætur og veittrar. Sumt hendi heilt vist í filminum, men tað mesta hendi í høvdinum á mær, í øllum førum helt eg, at hetta sjómanslívið var tað mest romantiska, sum var til, og at kvinnan á kaiini var eitt úttrykk fyri røttum kærleika, sovorðnum, sum kitlar í búkinum á eini 12 ára gamlari gentu í Sørvági. Tað, sum legði aftrat hesari upplivingini, var, at eg átti ein mammubeiggja, ógiftan maskinist, sum seinni fekk eina so ómetaliga vakra konu, og so sigldi hann við Brandi sjálvandi.

            Hesar kvinnurnar sá eg fleiri ferðir aftur á kaiini í Sørvági, tá sørvingar, menn sjálvandi, fóru yvir til Grønlands at rógva út. Har stóð eg við vinkonu mínari, sum átti pápa, sum skuldi avstað, og hetta var als ikki so romantiskt, men heldur eitt sindur ófrættakent, konur og børn og sjómenn sjálvandi eisini, vóru kedd, børnini grótu, og konurnar og unnusturnar táraðu, tí teir fóru onkustaðni ógvuliga langt burtur, og tað var als ikki vandaleyst heldur. Nú segði eg menn, men har fóru kvinnur við, ikki at rógva út, men at gera tað, sum øll hildu, at tær dugdu best, tað, tær vóru føddar til: at gera mat og vaska klæðir.

Treyðugt so, havi eg mangan hugsað síðani, at hesar kvinnurnar hava havt ævintýrhuga í sær, annars høvdu tær ikki farið so langt frá heimlandinum út í tað ókenda. Eitt ókent land, ikki heilt vandaleyst, og so hetta, at tað ikki var siðvenja hjá kvinnum at fara so langt heiman.

 

Tað skal nógv til at broyta gamla siðvenju, serliga hana, sum setir seg inn í heilan, har tú longu frammanundan hevur gjørt av, at okkurt er bara soleiðis og kann ikki broytast.

Longu í skúlanum lærdi tú, at tað fyrsta samfelagið við menniskjum var skipað soleiðis, at menn fór út at veiða, meðan kvinnurnar vóru heima og ansaðu børnum og tóku sær av tí, sum maðurin kom heim aftur við.

            Hetta verður mangan havt á lofti, tá tosað verður um td. hvør skal ansa barninum, og hvør skal fara í barsilsfarloyvi. Hvør skal siga: her er millum lítið og onki hent síðan steinøldina. Okkara nútímans samfelag ger ikki nógv fyri at broyta viðurskiftini soleiðis, at tað skal kennast púra natúrligt hjá pápum at fara í farloyvi vegna barnsburð. Um eg td. hyggi at sáttmálanum hjá fiskimonnum, síggi eg onki, what so ever, skrivað um barnsburðarfarloyvi hjá fiskimonnum, hyggi eg inn á heimasíðuna hjá barsilsskipanini síggi eg heldur onki um barsil til sjómenn, bara okkurt smávegis um teir, sum sigla undir FAS skipanini. Og hvar eru reglurnar fyri kvinnur, sum eru við barn og sigla úti?

            Tá ið vit so vita, at arbeiðsmarknaðurin er soleiðis uppbýttur, at flest menn arbeiða í fiskivinnuni, og flest konur arbeiða í heilsu- og røktartænastum, so kunnu vit siga okkum sjálvum, hvussu stórur lønarmunurin er í hesum báðum vinnunum. So sjálvandi eiga sjómenn at stríðast fyri, at barsilsútgjaldið fer upp, so argumentið um at familjan missir ov nógvar pengar vegna barsil ikki skal vera ein forðing fyri, at pápar eisini kunnu sleppa at vera saman við sínum børnum og njóta ta fantastisku fyrstu tíðina saman við teimum.

            At siga at tað er trupult at fara í barsilsfarloyvi, tí man siglir, er ikki haldbart argument, konan gongur 9 mánaðir upp á vegin, so tað er nóg góð tíð hjá pápanum at fáa síni viðurskifti skipað soleiðis, at hann kann fara í land, bæði undan og/ella eftir at konan hevur átt. Tað er ongin loyna, at eg haldi, at menn eiga at fáa størri barsilskvotu, men tað tykist at vera tungur burður. Tað er í lagi, at kvinnur fáa barsilskvotur, men ikki menn, tá rópa øll um, at familjan skal sjálv finna útav tí. Tá so er, so vóni eg, at menn fara at seta krøv fram um at betra um umstøðurnar fyri, at bæði foreldur kunnu taka barsil. Her kundi Føroya Fiskimannafelag gingið á odda og verið ein fyrimynd fyri okkum øll.

 

            Ein av orsøkunum til standin er sjálvandi, at kvinnur fáa minni í løn enn menn. Orsøkin er sjálvsagt slagið av arbeiði, tær hava. Tú veitst at kvinnur, sum vaska, ansa sjúkum, gomlum og børnum fáa sum oftast nógv minni í løn enn td. fiskimenn. Tað er bara at hyggja inn á heimasíðuna hjá Hagstovuni. So her eru tvey ting at gera: seta lønina upp á kvinnuyrkjum og 2) gera tað attraktivt hjá kvinnum at fara út at sigla.

            Tað krevst eitt gott fakfelagsarbeiði fyri at økja um lønina hjá kvinnum, eisini krevst, at vit fara frá gamlari vanahugsan um, at arbeiðið hjá kvinnum ber lønina í sær sjálvari: tað, sum tær fyrr hava gjørt heima við hús, gera tær nú á røktingarstovnum, ellisheimum og aðra staðni, so hví skulu tær hava so nógv fyri tað? Eg vænti tó, at her fer at koma vend í. Ongin livir av luft, vit mugu hava pengar fyri at klára okkara gerandisdag, og tá tú so leggur aftrat, at hetta kvinnuarbeiði er ógvuliga tungt, bæði likamliga og sálarliga, so sigur tað seg sjálvt, at tær fara niður við flagginum, fáa strongd, siga upp, fara í sjúkrafarloyvi osfr. við tí úrsliti at tilgongdin til hetta slag av arbeiði minkar ár undan ári. Og hvør kann liva við tí? Hetta eru jú alneyðug arbeiði, sum mugu røkjast. Her má koma vend í, og eg eri so optimistisk at halda, at her fer at koma ein broyting.

            Hitt, at gera tað attraktivt hjá kvinnum at fara út at sigla, verður helst ikki líka lætt at fáa framt. Tí tá skulu vit mingulera við heilan og okkara fatan av, hvør eigur at gera hvat. Tað fer helst nógv ár fram í tíðina at verða vanligt at síggja fráfaringarflokkar í sjófararaútbúgvingum, har ein genta stendur einsamøll umgird av tjúgu dreingjum. Her eru tað sjálvandi børnini, sum liggja í buktini. Tað sama, sum er galdandi fyri kvinnur í politikki er galdandi fyri siglandi kvinnur: tær velja børnini fram um karrieruna, og so leingi pápin ikki tekur sítt tørn, so fer tað í mong ár framyvir at vera púra vanligt at síggja hesar myndirnar av fráfaringarflokkum.

            Ikki tí, ongin sigur, at kvinnur tross allar djevlar skulu út at sigla, men tær skulu hava valið! Tær skulu ikki setast aftur, um tað er teirra dreymur at sleppa á sjógvin at vinna til lívsins uppihald.

            So 8. mars, stríðsdagurin hjá kvinnum, sum tíverri nógva staðni er vorðin niðurprioriteraður til mótasjó og køkuuppskriftir, eigur at minna bæði kvinnur og menn á at taka kampin upp. Bæði fyri at fáa eina hugburðsbroyting, men so sanniliga eisini fyri at bøta um heilt konkret viðurskifti, sum t.d. meira barnsburðarfarloyvi til menn í øllum yrkjum, hægri løn til kvinnuyrki og møguleika fyri javnari atgongd til allar útbúgvingar, eisini tær á sjónum.

            Javnstøða er javnstøða fyri øll!!

 

Marna hevur egnan blogg  HER Egið rúm (wordpress.com)-