Eg minnist úr gomlum døgum

Á saltfiskaveiðu við Columbus FD 593.

Brot úr sjómannslívið mínum.

Greinin stendur á facebook-bólkinum SUNNBØUR.

Á saltfiskaveiðu við Columbus FD 593.

Um summari í 1963 var eg við Columbus FD 593 til fiskarí við snellu í vestur-Grønlandi.

Móti endanum á túrinum bleiv eg sjúkur umborð, av blintarmsbetendilsi. Neyðugt var at siglast inn í Føroyingahavnina við mær.

Eg bleiv síðan fraktaður við fergu-bátinum hjá hvalbinginum Jenis Eyvindsso  til gomlu Føroyingahavnina, so eg kundi leggjast undir skurð á sjúkrarhúsinum har.

Minnist tað var ein lækni og tvær sjúkrasystrar sum har vóru, tey trý vóru donsk, so var ein grønlandsk genta, sum gjørdi reint.

Tað vóru starvsfólkini har, tá, men tey kláraði sítt arbeiði til fullnar.

Eg minnist, at eg kom at liggja á stovu saman við tveimum føroyingum, einum manni úr Vági og einum eldri manni úr Tjørnuvík, og tað vóru vit tríggir sjúklingarnir, sum tá vóru á sjúkrarhúsinum.

Eg var innlagdur á hesum sjúkrahúsinum í einar 10 dagar, minnist at har ímillum var ein sunnudagur.

Henda sunnudag høvdu arbeiðsfólkini og útrórarmennirnir frídag í Føringahavnini.

Tað vóru fleiri av mínum bygdamonnum sum vóru arbeiðsmenn har. Nakrir róðu út frá Føroyingahavnini tað summari.

Av tí frídagur var hjá teimum henda sunnudagin, komu fleiri av teimum á vitjan á sjúkrarhúsinum.

Minnist teir komu á vitjan við tí fyrsta útróðrarbátinum sum Steinhúsmenninir í Sunnba áttu, sum kallaðist Steinhúsbrøður.

Eftir opratión og 10 dagar innleggilsi kom Columbus aftur eftir mær.

Vit fiskaðu uml. eina viku aftrat, tá var Columbus fullur av fiski, t.v.s. lastin full, skúranir og alt frammi undir bakkanum, sum fiskur kundi proppast í, fult, uttan kømurini, so at sigla heim til Føroyar.

Eg minnist ikki hvussu nógv tons vóru henda túrin, men skipið var øguliga tungt í sjónum.

Oftani vóru skipini tung í sjónum í Grønlandi, áðrenn tey fóru at sigla heim.

Tað komst av at sjógvurin í Grønlandi er so ferskur, men tá man kom nakað eystur um Kappan, á leið móti Føroyum, til saltari sjógv, lætnaðu skipini betíðuligt.

Grundin er tann, at skip flóta hægri har nógv salt er í sjónum, enn í ferskari sjógvi.

Skjótt var gjørt av at landa Columbus heima í Føroyum. Kanska vit vóru heima einar 8-10 dagar, so var kósin sett til Newfoundland.

Í Newfoundlandi byrjaðu vit fiskarí inni á landgrunninum, har vit royndu uml. ein mánað við góðum fiskaríði, men so bleiv fiskiskapurin heldur smáligari.

Vit fóru so inn til Harbour Grace eftur útgerð. Síðani var fari út á Flemish Cap til víðari fiskarí.  Skjótt var at fylla skipið har úti, av yvurvaksnum stórum torski.

So at sigla heim til Føroyar, har vit vóru mánaðarskifti nov.dec.

Tá hevði hesin roktúrur vart knappar 3 mánaðir við sigling. Eftir at fiskurin var landaður var fari á ísfiskaveiðu.

Tá í tíðini var vanligt at flestu føroysku línuskipini gjørdi tríggjar saltfiskatúrar, árliga. Fiska bleiv í Grønlandi og Newfoundlandi hesar túrar.

Um veturin fiskaðu línuskipini ísfisk. Tá var vanligt at fiska undir Føroyum og Íslandi, og selja henda fisk í Bretlandi.

Viðlagt eru tríggjar myndir, ein av línuskipinum Columbusi, hinar báðar av gomlu Føroyingahavnini. Eina myndin vísir t.d. havnina og hin vísir sjúkrarhúsið, har sær man tíðiliga hvussu alt er fallið í órøkt.

Í 1963 var hettar sjúkrarhús væl hildið.

Torfinn Thomsen

   Sumba.