Edvard: - Nú er liðugt á sjónum hjá mær
Herfyri seldi 81 ára gamli, Edvard Nicodemussen, kanadiska útróðrarbátin Orion, sum hann hevur átt og rikið síðan 2006.
Orion er góðar 12 metrar langur, og Edvard hevur verið sera glaður fyri bátin.
Fyri tað mesta hevur hann róð út einsamallur. Onkran dag var beiggi hansara, Birgir, við og onkuntíð abbasonurin, Einar Martin, men fyri tað allar mesta róði Edvard út einsamallur.
- Hetta hevur verið mær ein góður bátur, sum rullaði lítið. At báturin eisini er lágur í sjónum og hevur stórt dekk, gjørdi, at hann var lættur at vera í.
Edvard Nicodemussen sigur, at nú verður ikki meira útróður frá hansara hond, og hann fer ikki at keypa sær annan bát, tí betri bát til útróður enn Orion hevði hann ikki fingið.
- Eftir at hava róð út við Orion hesi árini, hevði eg ikki funnið upp á at fingið mær ein opnan bát aftur. Evnini eru gingin undan, og nú verður ikki meira útróður.
Spurdur, hvussu tað kennist at hava selt bátin, nú útróðrarbátar á Sandi aftur hava rokast í toski hesa seinastu tíðina, sigur hann soleiðis:
- Tú kanst ætla, at tað er einki serligt, men soleiðis má tað bara vera, og nú eg gjørdi av at selja bátin, var eg ikki í iva. Høvdu bátabrúgvarnar verið komnar, hevði eg kanska bíðað eitt sindur.
Í fleiri ár høvdu Edvard og brøðurnir, Birgir og Niels, partrolararnar, Columbus og Nornagest, har Edvard eisini var reiðari.
Teir høvdu Columbus í 23 ár og Nornagest í 10 ár.
Upprunaliga vóru hetta línubátar, sum vóru umbygdir til partrolarar. Í fleiri ár partrolaði Columbus saman við øðrum skipum, men tá reiðaríið á Sandi eisini keypti Nornagest, partrolaðu skipini saman.
- Tað var eftir, at vit í 2005 høvdu selt Nornagest og Columbus til Vestmanna, at eg keypti mær útróðrarbátin, Orion, sum nú - tó av tilvild - eisini er seldur til Vestmanna.
Sjálvur var Edvard Nicodemussen á línuveiði við Nornagesti longu árini 1964-1968.
- Tað er harmiligt at hoyra fiskifrøðingar siga, at eingin toskur er, nú snellubátarnir aftur rokast í toski. Vit høvdu eitt sera gott vár í 2019, men soleiðis, sum eg skilji menn, hevur fiskiskapurin verið uppaftur betur nú.
Hann vísir á, at toskurin, sum útróðrarbátarnir hava fingið við snellu seinastu tíðina, er bæði stórur og góður.
- Tað hevði bara verið so nógv lættari, um útróðrarmenn sluppu av við fiskin til marknaðarprís her á Sandi. Í sínari tíð landaði eg onkuntíð í Miðvági, og eg minnist, at eg einaferð sigldi heilt undan Stóru Dímun til Miðvágs at landa.
Hann heldur annars, at tað er ein góð loysn, tá fiskurin, soleiðis sum tað hevur verið seinnu árini, verður heintaður á bryggjuni á Sandi og verður koyrdur til marknaðin, har hann verður seldur.
- Konan heldur helst lítið um, at eg eri lagstur uppi, men eg vænti, at eg fari at fáa tíðina at ganga - og ikki bara fari at vera henni til fortreð inni á gólvinum, sigur Edvard Nicodemussen brosandi.
TAð skrivar Sands kommuna á facebook -vanga sínum.