Edmund Berg og Jákup Jacobsen 83 dagar á opnum havi
Tað verður eingin havrógving aftur fyri mítt viðkomandi, sigur Edmund Berg, ið var annar rógvarin umborð á Guðruni.
Hoyr samrøðuna, sum Rúni Jákupsson hevði við Edmund Berg í GMF. Tryst á linkin niðast.
Myndin er frá kvf.fo
28. mai settust tríggir menn við árarnar á havgangandi róðrarbátinum, Guðrun. Teir løgdu frá landi nakað sunnanfyri Miami í Florida í USA.
Kósin var sett móti Føroyum. Teir væntaðu, at ferðin fór at taka tveir til tríggjar mánaðir.
Umborð vóru føroyingarnir, Edmund Berg og Jákup Jacobsen, og bretin, Neil Blackeby.
Guðrun kom kortini ongantíð til Føroya. Eftir 83 dagar á opnum havi endaði ferðin nakað vestanfyri Írland.
Tríggir fjórðingar av teininum vórðu lagdir afturum, tá ið ein sjógvur gjørdi, at báturin fór at leka.
Støðan var so mikið hættislig, at føroyingarnir fóru í gummibátin.
Eftir fimm tímar kom stóra farmaskipið, Nordic Qinngua, til bjargingarbátin.
Men tá var ikki sloppið. Níggju metrar vóru upp á dekkið, og aldan var seks metrar høg.
Tað eydnaðist Jákupi at fáa fatur í reipstiganum og koma sær í bátin.
Tá var Edmund einsamallur eftir í bjargingarbátinum.
.................LES ALLA GREININA HER https://kvf.fo/greinar/2022/10/04/83-dagar-opnum-havi