Durid til upphøggingar
Durid, sum var 474. BRT. var bygd á Skála Skipasmiđju í 1976 og var nýbygningur nr. 28
Tað var P/F Dúrhella í Klaksvík sum lat Durid byggja.
Durid kostaði 15 mill. í 1976
Reiðarar á Durid vóru Grímur Rasmussen og Líggjas í Bø.
Í greinatilfarinum, sum sæst niðanfyri, so var Durid bygd bæði til kraftblokk og til trol.
Eigarnir høvdu størri ætlanir við skipinum seinni, tí Durid var umbygd á Skála Skipasmiðju í 1999. Tá fekk Durid nýggjan høvusmotor, bakka, hekku og so var Durid eisini longd.
P/F Dúrhella seldi Durid til Vestmannaoyggjarnar 12. juli 1981.
Herfyri var Durid seld til Norra.
Í gjár fekk Marner Joensen, búsitandi í Havn, "klikti nakrar myndir, tá hesi skipini fóru framvið. Salarøy, fyrrverandi Durid, sum verður sleipað suður ígjøgnum Tjeldsundet, til upphøggingar.
Upplýsingarnar eru partvís frá Marner Joensen og facebook-vanganum hjá Eilif Jógvansson -og frá greinatilfari, um skipið.
Høvusmyndina og onkra niðanfyri eigur Marner Joensen, sum býr í Tórshavn. Hinar myndirnar eigur Eilif Jógvansson.