Dunga Jákup M/tr sleipaður heim
Skrokkurin til frystitrolaran Dunga Jákup M/tr, sum er bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi, varð sjósettur og yvirtikin í dag.
Í samband við sjósetingina, varð minni hátíðarhald við luttøku av umboðum frá Varðanum og MEST í Gdansk. Myndirnar eru frá hátíðarhaldunum í Gdansk.
Tá skrokkurin er komin heim verður hann liðugtgjørdur á MEST á Skála. Væntandi tekur sleipið umleið 10 dagar í mun til veðrið.
Skipið verður væntandi latið Varðanum á sumri 2026. Skipið fer at fiska botnfisk á føroyska landgrunninum.

