Drúgt fundarvirksemi um fiskirættindi í London í seinastu viku
Í London í seinastu viku vóru á skránni samráðingar um eftirlitssamstarv millum strandarríki í Landnyrðingsatlantshavi, samráðingar millum strandarríki um svartkjaft og makrel, eins og samráðingar millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2023.
Viðvíkjandi eftirlitssamstarvi millum strandarríki í Landnyrðingsatlantshavi gjørdust Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg endaliga samd um at fara undir eitt framtíðar samstarv á hesum øki, sum byrjar við fundi millum londini eftir ætlan í januar mánaði komandi.
Semjan millum strandarríkini um eftirlitssamstarv í Landnyrðingsatlantshavi, ið var endaliga undirritað í London í seinastu viku snýr seg ítøkiliga um felags reglur og eftirlitsátøk viðvíkjandi svartkjafti, norðhavssild, makreli og rossamakreli bæði á sjógvi og landi.
Hetta er fyrstu ferð í søguni, at hesi seks londini í felag hava gjørt eina tílíka semju og verður hon mett at kunna at verða ein fyrimynd aðrastaðni i heiminum.
Viðvíkjandi samráðingunum millum strandarríkini um svartkjaft og makrel, gjørdust tey endaliga samd um mest loyvdu veiður fyri 2023 samsvarandi ICES ráðgevingunum á ávikavist 1.359.629 tons og 782.066 tons.
Frammanundan vóru strandarríkini samd um mest loyvdu veiðu viðvíkjandi norðhavssild fyri 2023 í skrivligari mannagongd á 511.171 tons samsvarandi ICES ráðgevingini.
Tíðliga í komandi ári verður farið undir samráðingar um at býta uppsjóvarstovnarnar millum strandarríkini.
Samráðingar verða um svartkjaft og norðhavssild í London í vikuni, sum byrjar 30. januar 2023. Somuleiðis verða samráðingar um makrel í vikunum, ið byrja 6. februar, 6. mars og 27. mars 2023 í ávikavist London, Nuuk og London.
Viðvíkjandi samráðingunum millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2023 var sjøtul settur á hesar samráðingar og komið rættiliga langt fram á leið. Tær halda fram á talgildum palli í næstu framtíð, men verða ikki loknar fyrr enn nýggj stjórn er skipað í Føroyum.
Føroyar høvdu formansskapin fyri samráðingunum um svartkjaft og norðhavssild, Noreg hevði formansskapin fyri samráðingunum um eftirlitssamstarv og Bretland hevði formansskapin fyri samráðingunum um makrel eins og samráðingunum millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2023.
Omanfyri nevndu semjur kunnu lesast her.