Døpur útlit, um tað ikki slepst í russiskan sjógv
Tveir triðingar av kvotuni í Barentshavinum eru í russiskum sjógvi.
- Framtíðin verður døpur, sleppa vit ikki í russiskan sjógv at fiska.
Tað sigur Kaj Johannesen, reiðari, nú Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum viðger møgulig tiltøk móti Russlandi.
Fyrsta dagin yvirtekur P/F Enniberg ein spildurnýggjan trolara frá skipasmiðju í Turkalandi.
Meðan norsk skip kunnu gevast við at fiska í russiska partinum av Barentshavinum, tí tey hava nóg stóra kvotu í egnum sjógvi, so eru umleið tveir triðingar av kvotuni hjá føroyska Barentshavsflotanum í russiska partinum av Barentshavinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Døpur útlit, um tað ikki slepst í russiskan sjógv | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Innslagið og tekstin omanfyri eigur Jón Brian Hvidtfeldt