Djóni Ennigarð 35 ára starvsdag
Ein av okkara dugnaligu starvsfólkum Djóni Ennigarð hevur sín seinasta arbeiðsdag á Vónini í vikuni. Hann hevur tilsamans starvast á Vónini í 35 ár.
Vit hava alt gott at bera Djóna - Ein raskur, nærlagdur og álítandi persónur við lættum og blíðum lyndi.
Vit takka Djóna fyri sera gott samstarv og drúgva tænastu øll hesi árini, og ynskja honum alt tað besta
Tað skrivar vonin.fo