Dennis vil styrkja fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur raðfest fiskiveiðieftirlit í uppskotinum til fíggjarlóg 2023, sum er lagt fyri Løgtingið.
Í uppskotinum er játtanin til Vørn og fiskiveiðieftirlit hækkað við tveimum milliónum krónum.
Vørn hevur eftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi, og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. Stovnurin hevur somuleiðis eftirlit við landingum og umskipingum av veiði í føroyskum havnum.
Ein størri játtan styrkir fiskiveiðieftirlitið. Tað fer at geva rúmari møguleikar at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, og fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum.