Dennis svarar Árna
Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-096/2023 frá Árna Skaale, løgtingsmanni, til Dennis Holm, landsstýrismann, um fiskiskapin á Føroyabanka í 2023 Spurningar:
1. Hvussu royndist skipanin, tá hugsað verður um fleksibilitet og gagnnýtslu av samlaða talinum av tillutaðum døgum í teimum trimum bólkunum, sum fingu loyvi at veiða á Føroyabanka í 2023?
2. Hvørjir bátar, greinað á bólkar, veiddu á Føroybanka í 2023?
3. Hvussu stórt var veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær?
4. Hvussu er miðalvirðið pr. veiðidag hjá hvørjum bólki sær? Svar:
Til spurning 1 Í 2023 varð skipanin við fiskiskapinum eftir botnfiski á Føroyabanka broytt. Útróðrarbátar í bólki 4 og í bólki 5 fingu lutfalsliga fleiri dagar, og línuskip lutfalsliga færri dagar enn í 2022. Ein onnur broyting var, at línuskip bara kundu fara á Bankan eftir hálvan august. Nýggj skipan varð gjørd fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons. Í 2023 sluppu bara teir vinnuliga virknastu bátarnir á Bankan. Harafturat varð skipanin broytt soleiðis, at bátarnir høvdu felags fiskidagar, men varð eitt hámark sett fyri hvønn bátin. Eins og í 2022 vórðu fiskidagarnir í bólki 3 og í bólki 4 býttir út á fiskifør eftir talinum av veiðiloyvum í hvørjum bólki og tillutaðir sum egnir fiskidagar. Talva 1 niðanfyri vísir fiskidagatal ásett í kunngerð og brúktir fiskidagar á Føroyabanka í 2023. Viðmerkjast skal, at sambært sjófeingislógini verður daganýtslan hjá fiskiførum í bólki 3 og í bólki 4 roknað frá tí, fiskifarið fer úr havn, til fiskifarið er komið aftur í havn. Fyri bátar í bólki 5 telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er longri enn 24 tímar.....
LES ALT SVARIÐ HER svar-um-fiskiskapin-á-foeroyabanka.pdf (cdn.fo)