VIDEO: Dennis sigur NEI, tí fara loyvini úr gildi um 11 ár
Dennis vil steðga rullandi loyvunum.
Fiskivinnan eigur ikki at arbeiða við "rullandi loyvum", men í staðin skulu loyvini hava eitt fast áramál, eins og gjørt verður í alivinnuni, sigur Dennis Holm.
Tað segði hann í Degi & viku HER https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/02/16/20230216dennis
Tað skrivar Elin Mirjamsdóttir á kvf.fo.
Sambært sjófeingislógini eru veiði- & fiskiloyvini galdandi í 12 ár. Men lógin sigur eisini, at landsstýrismaðurin á hvørjum ári leggur uppskot fyri løgtingið um at leingja loyvini við einum ári. Harvið gerast loyvini rullandi.
Árni Skaale, undanfarni landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði uppskot fyri tingið um at leingja veiðiloyvini eitt ár. Men uppskotið datt burtur, tá løgtingsval varð útskrivað.
Dennis Holm, sum nú er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú gjørt løgtinginum greitt, at hann fer ikki í tingið við slíkari lógarbroyting, og tí fara loyvini úr gildi um 11 ár, altso 1. januar 2034.