Dennis Holm landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Áðrenn Dennis bleiv virkin innan politikk, var hann virkin í lokalsamfelagnum í Vági og í Føroyum sum heild. Hann er ein av stigtakarunum til Parkina við Sandin í Vági, hann er eisini ein av stigtakarunum til verkætlanina um at byggja 50-metra svimjiyl á Oyrunum í Vági. Hann er í nevndini fyri Vágs Sóknar Bygdasavn. Hann hevur fleiri ferðir verið við til at fyriskipa stór tónleikatiltøk, eitt nú Jóansøkufestivalin, tá hesin hevur verið í Vági. Hann var eisini ein av limunum í Five Star Entertainment, sum fekk stór tónleikanøvn til Føroya, eitt nú Bryan Adams og Elton John, sum høvdu konsertir á Tórsvølli í Havn. Konsertin við Bryan Adams var hin 4. juni 2008. Konsertin við Elton John var 29. juni 2010.
Politisk lívsleið
Dennis var býráðsformaður í Vágs býráð frá 1. januar 2013 til 31. december 2020, hann varð valdur inn á listanum hjá Tjóðveldi. Hann varð valdur til borgarstjóra eftir at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin høvdu skipað samgongu.
Á løgtingsvalinum 2022 stillaði hann upp fyri fyrstu ferð til løgtingið, hann bleiv valdur við 305 atkvøðum.
Fyri løtu síðan gjørdist Dennis Holm úr Tjóðveldi landsstýrismaður í fiskivinnumálum.