Dennis Holm, fiskimálaráharri hugleiðir
TAKKSAMUR
Hesin leygardagurin byrjaði á fleiri mátar sera væl - ikki minst orsaka av heimsins besta mati. Stuttflutt, heilsugott, og fyrstafloks. Takksamur.
Fekk á keiini við einum smílu spurningin um eg nú dugdi skera. Giti spyrarin kendi svarið frammanundan
Við so góðum lærumeistarum sum Magnus á Báraldarbakka, Andrias og Einar við Kykslið, Eiler Kollfirðing, Magnus Lágklett, Poul hjá Einkuni, Freiðlif Petersen og aðrar við (teir flestu ikki millum okkum longur ), so er okkurt gott borið víðari frá teimum, sum undan fóru.
Í mínum ungdómsárum var tað púra vanligt, at flest øll ung - gentur sum dreingir - steðgaðu á eitt ár ella tvey á flakavirkinum.
Okur vóru nakrir javnaldrar, sum eisini gingu hesa leið - og blivu partar av landingartoyminum hjá Magnusi á Báraldarbakka.
Tá ongi skip ella bátar vóru at landa, so blivu ein vinmaður og eg oftast settir at skera við hond øll møgulig fiskasløg, sum ikki fóru í flaka- ella flekimaskinurnar. Við hetta borðið stóðu fleiri av teimum, sum eg nevndi omanfyri. Teir flestu menn, sum vóru komnir nakað til árs - ikki minst samanborið við okkum, sum framvegis vóru tannáringar.
Har lærdu okur at skera at kalla øll fiskasløg. Sumt varð skorið til flak, annað varð flakt - og so vóru onnur fiskasløg, sum t.d. skøta og havtaska, sum skuldi skerast á heilt annan hátt.
Við borðið vóru óteljandi søgur sagdar frá upplivingum hjá hesum søgufróðu monnunum - meðan karið í borðinum spakuliga tømdist og Magnus gav trukkinum boð um at fylla í aftur. Søgur um túra undir Íslandi og Grønland, um rokfiskiskap á Føroya Banka, um sildafiskiskapin við gørnum og so framvegis - og ikki minst um lívið og gerandisdagin í nærumhvørvinum í Vági í teirra ungdómi.
Hetta var ein fantastisk tíð, ein stuttlig og lærurík tíð - og eitt minni fyri lívið, sum hjá so mongum øðrum, sum eisini valdi eitt ár ella tvey á flakavirkinum Polarfrost í Vági.
Nú er alt bara minnir, men góð minnir, sum fylgja einum á leiðini - og av og á fáa minnini smíl fram á andlitinum, ikki minst hendan góða leygarmorgunin í desember.
Takksamur
Tað skrivar Dennis Holm, fiskimálaráharri á sínum facebook-vanga. Myndirnar eigur Dennis.