Dennis á vitjan hjá Sandoy Seafood í Skopun
Eg havi altíð verið av teirri fatan, at ein avgerandi partur av at sita við ábyrgd og í politiskari leiðslu er at røkka út til fólk - og geva fólki møguleika at fáa politisku leiðsluna í talu.
Hesir fyrstu umleið fimm mánaðirnar, sum landsstýrismaður við Fiskivinnu- og samferðslumálum hava tí eisini fevnt um at vitja stovnar og fyritøkur kring landið. -Hava fevnt um at røkka út til fólk - og geva fólki møguleika at bera fram sínar hugsanir um alskyns viðurskifti, sum hava týdning fyri teirra gerandisdag.
Fríggjadagin vitjaði eg á Sandoy Seafood í Skopun, har Martin Olsen, stjóri, og Gerhard Lognberg, nevndarformaður, tóku ímóti og greiddu frá virkseminum á Sandoy Seafood.
Vitjanin fríggjadagin var saman við ting- og landstýrismanningini hjá Tjóðveldi. Sjálvandi verður eisini seinni ein formliga vitjan á Sandoy Seafood við fólki úr Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.
Tað skrivar Dennis Holm á facebook-vanga sínum.