Dekkaraútbúgving sum fjarlestur ella sjálvlestur

Tað er umráðandi, at til ber hjá fólki við yrkisútbúgving ella yrkisroyndum at førleikameta seg og fáa stytt skúlatíðina

Sjófólk eiga at kunna taka nýggju útbúgvingina til dekkara sum fjarlestur ella sjálvlestur.

Tað sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip í sínum hoyringarsvari um uppskotið um kunngerð, hvussu dekkarar til handilsskip skulu útbúgvast.

Tað er umráðandi, at til ber hjá fólki við yrkisútbúgving ella yrkisroyndum at førleikameta seg og fáa stytt skúlatíðina. 

Felagið ivast tó í, um besta loysnin er at vísa til kunngerð um førleikameting. 

Eitt nú, tí aldursmarkið har er 25 ár. 

Uppskotið nevnir heldur ikki ítøkiliga, hvussu arbeiðsroyndir vera mettar. 

Reiðarafelagið mælir til, at útbúgvingin verður smidligari og nevnir fjarlestur og sjálvlestur, so tey, sum taka útbúgvingina, ikki noyðast at fara út starvi sínum ímeðan.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo, sum eisini eigur myndina