Danskar havnir á vitjan

Danskar havnir eru savnaðar í einum samtaki, sum virkar fyri teirra felags áhugamálum. Umboð fyri felagsskapin vitja í Føroyum í hesum døgum, og í dag vitjaðu tey Runavíkar havn. Havnameistarin, Brandur Højgaard, ferðaðist við teimum á havnarsvæðinum, og eisini vóru tey á gátt hjá borgarstjóranum, sum greiddi teimum frá um kommununa og týdningin, sum havnaløgini hava fyri lív og virkna í økinum. Nógv tvívegis orðaskifti var um maritim viðurskifti, og um hvussu ymiskt havnirnar í Føroyum og í Danmark eru skipaðar. Flestu havnir í Danmark eru skipaðar sum vinnulig partafeløg, og ofta eru kommunurnar størri parturin av eigaraskaranum í mun til í Føroyum, har havnirnar eru kommunalar eindar.