Danski journalisturin Emil Jørgensen skrivar

Hann var í Føroyum fyri at skriva um verkfallið, sum endaði rættiliga brádliga. Tí valdi hann í staðin at skriva um føroysku alivinnuna

Danski journalisturin Emil Jørgensen var í Føroyum fyri at skriva um verkfallið, sum endaði rættiliga brádliga. Tí valdi hann í staðin at skriva um føroysku alivinnuna, ið hann er sterkt imponeraður og hugtikin av. Niðurstøðan er, at alivinnan kundi gjørt Føroyar fíggjarliga sjálvbjargnar. Um hon slapp. Her er grein hansara týdd til føroyskt, tó nakað stytt.

 

 

– »Ull er Føroya gull, sigur orðatakið, men í dag er ríkidømi Føroya svimjandi og glansar. Alivinnan forvinnur so nógv, at fleiri innflytarar ferðast til Føroya at knossast á alivirkjum. Stjórin á Bakkafrosti, laksakongurin Regin Jacobsen, sigur beint fram: – »Vit kundu klárað okkum uttan Danmark«. Fleiri milliardir koma upp úr firðinum, og laksurin er vorðin eitt veruligt gullnám fyri Føroyar, sum í dag hava hægri BTÚ enn Danmark. Orsøkin er alivinnan.

Tveir føroyskir menn súgva laksar í tíggjutúsundatali upp úr einum aliringi. Laksarnir verða sognir inn í eitt stórt rør, streyma inn í eina maskinu, sum avlívar teir, og síðani fara teir til eitt virki, har starvsfólk taka tarmar, nýru og hjørtu úr teimum, reinsa teir, pakka teir í kassar og útflyta teir til allan heimin. Tað tekur tvey og eitt hálvt ár at koma hartil, at laksarnir enda sínar dagar. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetrinum, sigur, at man væl kann siga, at laksar eru føroyska oljan.

Tríggjar stórar fyritøkur framleiða tilsamans 90.000 tons av laksi um árið, og tann størsta teirra, Bakkafrost, hevur hægri marknaðarvirði enn samlaða BTÚ’ið hjá Føroyum. – »Í Danmark gjørdu tey nógv burturúr, at marknaðarvirðið hjá Novo Nordisk fór upp um donsku bruttotjóðarúrtøkuna, og soleiðis hevur tað verið í Føroyum í eini fimm ár nú«, sigur Johnny í Grótinum, sum eisini er formaður í Búskaparráðnum og nevndarformaður í Landsbanka Føroya.

Sambært honum hevur alivinnan broytt Føroyar. Ein vælbjálvaður samfelagsbúskapur, nýggir loftvegir inn og úr Føroyum og vitanartung arbeiðspláss kunnu øll sporast aftur til laksarnar. Teir hava verið við til at gera tað gjørligt við undirsjóvartunlum og øðrum stórum íløgum. Laksarnir hava gjørt, at fátækir filippinarar koma til Føroya gjøgnum fast track-skipanina fyri at kryvja fisk, og føroyskir útisetar venda heim og seta búgv á oyggjunum, sum nú hýsa 54.000 íbúgvum.

 

[...]

 

Partabrævaævintýrið á Glyvrum

 

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, scrollar á telduni. Klokkan er 21, og summarsólin skínur inn gjøgnum vindeygað. Johnny leitar eftir partabrævakursum. Afturi í 2010 varð Bakkafrost børsnoterað í Keypsskálanum í Oslo. – »Tá var tað til kurs 31. Í dag er kursurin 567, og hann hevur verið oman fyri 700«, sigur Johnny í Grótinum. Marknaðarvirðið er 38 milliardir, fyritøkan hevur yvir 1.000 starvsfólk, og tey veita laksanøgdir, sum svarar til eina millión máltíðir – um dagin.

Frásøgnin er ein fitt familjukrýnika. Sum 16-ára gamal gjørdist Regin Jacobsen fíggjarstjóri í fyritøkuni hjá pápa sínum. Tá hann var 23, gjørdist hann stjóri. Á Glyvrum, ið er ein lítil bygd við 400 íbúgvum, hevur familjan Jacobsen búð síðani í 1600-talinum. Úr panoramavindeygunum á kontóri sínum, sum liggur við fjørðin sum forleinging av gráu betongmúrunum á laksavirkinum, sær stjórin yvir á barndómsheimið. Í dag er hann ein av teimum 100 ríkastu monnunum í danska ríkinum.

– »Men hendan familjufrásøgnin er bert lutvíst sonn«, sigur Johnny í Grótinum, og heldur fram: – »Tað mesta av fyritøkuni er átt av útlendskum pensjónsgrunnum og oljugrunnum. Norges Bank Investment Management er størsti partabrævaeigarin«, siger Johnny í Grótinum.

Hendan successin hevur fingið nøkur fólk til at sleingja orð sum “oligarkar” rundan um seg, og tað hevur skapt eitt kjak um loyvini á firðunum, sum alifyritøkurnar sambært hesum fólkunum fáa fyri lítið og lætt. Tað hevur eisini skapt eina kenslu av................LES ALT HER .....Laksur er Føroya olja (nordlysid.fo)

Greinin stendur í Norðlýsinum