Dan hevur starvast hjá okkum í 46 ár

Arbeiðsmarknaður

HITT EITT STARVSFÓLK er ein táttur, sum Tryggingarfelagið LÍV hevur lagt út á facebook.

HITT EITT STARVSFÓLK

Hetta er Dan Joensen.

Dan hevur starvast hjá okkum í 46 ár.

Dan er kundaráðgevi hjá okkum og fevna uppgávur hansara í høvuðsheitinum um at umsita fakfeløgini.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar og hetta dámar honum sera væl.

Spurdur um hvat honum dámar best við sínum arbeiði, sigur Dan hetta:

“Eg elski at fáast við fólk og samstarva við fakfeløgini. Á LÍV eru umstøðurnar góðar, starvsfólkið er gott og so er kantinan eisini so sera góð”

Takk fyri prátið, Dan