Dalbingar keypa Mostein úr Noregi
Reiðaríið Vørðustíggjur í Dali hevur keypt skip úr Noregi, sum kemur fyri Eysturbúgvan, ið sakk 14. apríl í fjør, meðan teir vóru á gulllaksaveiðu suðuri ímóti markinum sunnanfyri Føroyar.
Talan er um skipið Mostein úr Haugesund í Noregi. Skipið er nakað størri enn Eysturbúgvin og betur útgjørt.
TAð skrivar Frants Jensen á kvf.fo
Mostein er bygdur í 2001, og er 45 metrar langur. Gamli Eysturbúgvin var bygdur í 1991, og var 36 metrar langur.
P/f Vørðustíggjur keypir Mostein fyri umleið 35 milliónir krónur, sum er á leið tað sama, sum reiðaríið fekk frá tryggingini fyri Eysturbúgvan, upplýsir Bjarki Magnussen, reiðari.
Yvirtaka skipið 1. mars
Keypssáttmáli...................LES ALLAN GREININA HER https://kvf.fo/greinar/2023/02/03/hetta-er-nyggi-eysturbugvin