Bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum reistur
Bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum reistur
Nýggi kontórbygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi byrjar nú av álvara at taka skap. Boðið varð til reisigildi í dag, og næstu tíðina fer arbeiðið at gera bygningin lidnan í mestan mun at fara fram innandura.
Tað er Búsetur, sum byggir, og Zeta Arkitektar hava teknað bygningin, sum hevur skap sum ein tríhyrningur, ið skal ímynda gronina á einum skipi.
Byggingin hevur higartil gingið væl, og ætlanin er at taka bygningin í nýtslu í september 2023.
Tað var í 2018, at avgerð varð tikin um at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan kontórbygning í Vágum. Síðani varð farið undir at finna grundøki og fyrireika verkætlanina. Arbeiðið varð loksins boðið út í februar 2021.
Sáttmáli varð undirskrivaður millum Landsverk og Búsetur tann 14. juni 2021, og fyrsta flagið varð loyst 30. november 2021.
Bygningurin verður um 800 kvm. til støddar í tveimum hæddum. Heildararbeiðstøkusáttmálin er á knappar 23,8 milliónur krónur.
Myndir: Annfin Frederiksen og Sjóvinnustýrið.
FAKTA UM STOVNIN:
Sjóvinnustýrið umsitur og hevur ábyrgd av føroyska regluverkinum, sum ásetur krøv til skip og bátar, skrásettir í føroysku báta- og skipaskrásetingunum. Føroyska regluverkið fevnir um altjóða krøv til skip og bátar, umframt serlig føroysk krøv. Stovnurin leggur áherðslu á at fylgja við í broytingunum í altjóða krøvum og at innføra hesi og serlig føroysk krøv í føroyska regluverkið. Regluverkið verður kunngjørt á regluportalinum
Sjóvinnustýrið hevur eisini ein samskipandi leiklut mótvegis øðrum almennum stovnum og áhugabólkum soleiðis, at hesi verða kunnaði um virksemið, sum fer fram í altjóða felagsskapinum IMO.