Búgvin og Fiskaklettur høvdu góðar 400 kassar og góðar 500 kassar
Hevur gingið væl - hóast nógvar avmarkingar
-Tað hevur hilnast stak væl, og fiskaprísirnir hava verið góðir. Tað má eg siga, tí tá tað gongur illa, lata vit illa at, so mugu vit eisini lata væl at, tá tað gongur væl, sigur Jógvan
Smærru trolbátarnir, sum um summarið kunnu royna inn á seks fjórðingar á ávísum økjum, hava gjørt tað gott í vár og í summar. Hóast stórar avmarkingar í veiðimøguleikum, hevur væl av fiskið verið at fingið, og tað hevur havt stóran týdning fyri trolbátarnar.
Mánadagin landaðu Búgvin og Fiskaklettur á Toftum. Teir høvdu góðar 400 kassar og góðar 500 kassar. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk tá eitt prát við skiparan á Fiskakletti Jógvan Petersen. Uppá fyrispurning hvussu túrurin hevði gingið, svaraði hann:
-Vit hava verið úti í góðar seks dagar og hava umleið 50.000 pund, sum er 25 tons. Størra helvtin er toskur. So hava vit væl av hýsu og umleið 4 tons av tungu. Hendan túrin hava vit roynt uttanfyri 12 fjórðingar.
-Vit byrjaðu túrin norðanfyri, í “Geiranum”, sum vit vanliga rópa tað. Fiskiskapurin var smáligur, so vit fluttu vestureftir og royndu norður úr Mykinesi restina av túrinum, sigur hann.
-Hví royna tit uttanfyri, tá tit kunnu royna inn á seks fjórðingar hesa tíðina?
-Vit hava roynt nógv innanfyri, ella á Landleiðini, sum vit rópa tað. Har hevur verið væl at fingið, men er minkað nú ligið er út á summarið. Á Landleiðini skulu vit nýta rist í trolinum og ikki hava meiri enn 35 % av toski. Er fiskur at fáa uttanfyri, so er tað lættari at royna har, tí tá nýta vit ikki rist og har eru ikki avmarkingar í hvussu nógvan tosk vit kunnu hava, sigur Jógvan.
-Hvussu hevur árið hilnast higartil?
-Tað hevur hilnast stak væl, og fiskaprísirnir hava verið góðir. Tað má eg siga, tí tá tað gongur illa, lata vit illa at, so mugu vit eisini lata væl at, tá tað gongur væl. Tað hevur gingið væl í ár og tað gekk væl í fjør eisini, sigur hann.
-Vit eru sera avmarkaðir í veiðimøguleikum, og serliga í gýtingatíðini. Tí vita vit ikki rættiliga hvussu nógvur toskur hevur verið í vár – men tað hevur verið nógvur. Vit fingu væl túr aftaná túr í okkara lítla økið norðanfyri. Hvussu nógv av toski hevur ikki verið á øllum hinum leiðunum og á góðu toskaleiðunum? sigur Jógvan.
Tíð var bæði til prát, drekkamunn, Guds orð og bøn.
Fýra mans eru við Fiskakletti.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum. Myndina eigur TJ-myndir.