Brúksskylda løgd á sild og svartkjaft
Løgtingið samtykti í dag einmælt broytingarnar í brúksskylduni í Sjófeingislógini, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, legði fyri Løgtingið fyrr í heyst.
Brúkstreytin fyri at avhenda fiskidagar ella kvotur hevur í ymiskum formi verið í lógini síðani 2002.
Tað nýggja við samtyktu lógarbroytingini er, at nú er generell brúksskylda løgd á tey loyvi, landið letur at reka vinnuligan fiskiskap.
Hetta ber í sær, at hevur fiskifar við veiðiloyvi ikki verið til vinnuligan fiskiskap í tvey ár á rað, falla øll veiðirættindini hjá skipinum aftur til landið. Sama fiskifar kann hava fleiri fiskiloyvi til ymiskan fiskiskap.
Hoyr samrøðuna við Denni Holm HER Brúksskylda løgd á sild og svartkjaft | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Er ávíst fiskiloyvi ikki brúkt í tvey ár á rað, fellur rætturin til hetta fiskiloyvið aftur til landið.
Fyrsta tíðarskeiðið fyri uppgerð av nýtslu byrjar 1. januar 2023. Tað merkir, at við ársbyrjan 2025 verður kannað eftir, um brúksskyldan er hildin. Vísir tað seg t.d., at fiskifarið als ikki hevur avreitt í 2023 og 2024, falla øll veiðirættindini hjá fiskifarinum aftur til landið.