Brúksskylda á uppsjóvarkvotu til línu- og garnaskip

Hóast veiðiloyvið nú aftur er knýtt at stálinum, hava línu- og garnaskip havt undantak í lógini, men tað skal broytast, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Brúksskylda skal aftur leggjast á uppsjóvarkvotur, sum verða latnar línu- og garnaskipum.

Tað skrivar Marjun Dalsgaard

1. januar 2022 var veiðiloyvið aftur knýtt at stálinum, og tað hevði avleiðingar fyri tey línuskip og garnaskip,  sum høvdu fingið makrelkvotu sum stuðul frá landinum.

Nú høvdu tey skyldu at fiska 60 prosent av kvotuni.

Men linuskip fiska ikki makrel, og Jacob Vestergaard, sum tá var landsstýrismaður, gjørdi tí eitt undantak í lógini, so brúksskyldan ikki er er knýtt at makrelkvotunum, sum línuskip og garnaskip fáa. 

Men hetta skal broytast, segði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá hann var í Breddanum fyrrapartin: HER Brúksskylda á uppsjóvarkvotu til línu- og garnaskip | Kringvarp Føroya (kvf.fo)