Brúksskylda á nýggjárinum
Á nýggjárinum koma reglurnar um brúksskyldu á fiskirættindi í gildi.
Sjófeingislógin ásetur, at fyri at kunna avhenda egnar fiskidagar ella egnar árskvotur í einum fiskiári, skal eigari av fiskifari fiskiárið frammanundan hava brúkt í minsta lagi 60 prosent av tillutaðu døgunum ella kvotuni (60%-reglan).
Hendan reglan fær týdning fyri avhendingar frá og við fiskiárinum 2024. Skal eigari av fiskifari avhenda kvotu ella fiskidagar í 2024, er treyt, at hann hevur brúkt í minsta lagi 60 prosent av kvotuni ella døgunum í 2023. Undantikin brúkstreytini fyri at avhenda eru kvotur av norðhavssild, makreli og svartkjafti.
Almenna brúksskyldan á veiðiloyvi og fiskiloyvi tekur eisini við á nýggjárinum. Sjófeingislógin ásetur, at hevur fiskifar als ikki brúkt veiðiloyvi ella ávíst fiskiloyvi í tvey ár á rað, falla loyvini aftur til landið. Hetta merkir, at frá og við fiskiárinum 2025 skal Vørn á hvørjum ári kanna eftir, um fiskifør hava brúkt veiðiloyvi ella fiskiloyvi undanfarna tvey ára skeiðið. Hendan brúksskyldan er ikki galdandi fyri útróðrarbátar undir 15 tons í bólki 5.
Umframt hesar reglur um brúksskyldu kemur á nýggjárinum eisini í gildi reglan, sum sigur, at hevur fiskifar ikki brúkt egnar fiskidagar ella egnar kvotur við meira enn 30 prosentum, fellur munurin millum tað, ið er brúkt, og 30 prosent aftur til landið. Hendan ásetingin fær fyrstu ferð týdning, tá kvotur ella fiskidagar skulu útskrivast í fiskiárinum 2024. Tá skal Vørn kanna eftir, um fiskifør hava gagnnýtt fiskidagar ella kvotur við meira enn 30 prosentum í 2023. Hava tey ikki gjørt tað, fellur ein partur av døgunum ella kvotuni aftur til landið.