Brúkiligur fiskiskapur men vánaligt veður
-Síðsta túr høvdu vit 200.000 pund. Meginparturin var stórur og feitur upsa. So høvdu vit nakað av toski, longu og havtasku. Vit royna mest eystanfyri og sum oftast á djúpum vatni, sigur Sunnleif.
Tað er Sunnleif sum situr til vinstru við borið.
Jaspis og Ametyst eru tvíburðar og tveir av partrolarunum, sum royna eftir upsa við Føroyar.
Hóast teir í stødd eru minstu partrolararnir, í aldri millum teir elstu, teir komu í flotan í 1986, so hevur fiskiskapurin hjá trolarunum roynst væl øll árini.
Í gjár landaðu teir 200.000 pund av upsa til Kósina í Klaksvík.
Sjómanstrúboðarin vitjaði tá umborð við jólapakkum. Tá var eisini høvi til prát, Guds orð og bøn. Hann fekk tá eitt prát við skiparan á Jaspis, Sunnleif Fagradal. Hann segði millum annað:
-Fiskiskapurin er brúkiligur tá tað er veður at royna. Síðstu vikurnar hevur veðrið verið sera vánaligt, ja, so mikið vánaligt, at vit hava verið úti í tíggju dagar, men bara fiska í fimm dagar.
-Síðsta túr høvdu vit 200.000 pund. Meginparturin var stórur og feitur upsa. So høvdu vit nakað av toski, longu og havtasku. Vit royna mest eystanfyri og sum oftast á djúpum vatni, sigur Sunnleif.
-Nú hava vit ein túr eftir í ár. Vónandi fáa vit ein brúkiligan túr, hóast veðurvánirnar eru vánaligar. Vit takka hjartaliga fyri pakkarnar, sum vit eru sera fegnir um. Teir seta sín stóra dám á jólaløtuna, sum vanliga er síðst á túrinum áðrenn jól, sigur Sunnleif Fagradal.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Myndina eigur TJ myndir