Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Brúkiligur fiskiskapur

hetta fyrstu ferð vit samtrola við Føroyar

Details

 

Nesvík 8, Nesvík, Faroe Islands, 437

Links

 

mission.fo

Contact info

 

229024

 

[email protected]

 

Føroyska Sjómansmissiónin

Myndir

Uppsløg

Føroyska Sjómansmissiónin

Yndislutir ·11h ·

Brúkiligur fiskiskapur

-Hóast vit hava samtrola fyrr, so er hetta fyrstu ferð vit samtrola við Føroyar.

Í gjár komu hetlendski Opportune og skotski Helenus á Runavík. Teir samtrola eftir botnfiski við Føroyum. Umborð á Opportune høvdu teir tørv á at fáa trolið upp á land, fyri at bøta tað, og Helenus hevði onkrar smávegis mekaniskar trupulleikar.

Manningin bøtti trolið, meðan smiðir frá Uniwise í Runavík, sum eisini var agentur hjá skipunum, umvældi mekaniska trupulleikan.

Sjómanstrúboðarin stóð fyri teimum og fekk heilsa uppá manningarnar og givið teimum góðan lesnað.

Hann fekk eisini orðið á stýrimannin, á Oppertune, Grant Ervin sum segði:

-Hóast vit hava samtrola fyrr, so er hetta fyrstu ferð vit samtrola við Føroyar. Her er væl djýpri og verri botnur, enn vit eru vanir við í bretskum sjógvi. Kortini vóna vit at gera ein brúkiligan túr.

-Vit royna av og á við Føroyar og vit vóna at kunna gera tveir túrar. Tað er mest upsi vit fáa, men nøgdin er í lagið, so tað er spennandi. Vit ætla okkum aftur til fiskiskap á midnátt, segði hann.

Skipini fóru avstað á midnátt og royna eystanfyri.

Teir fingu føroysku heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar føroyska sjómansminniónin á facebook, har fleiri myndir eru. Myndir TJ myndir