Broyting í kunngerð um landing í Føroyum send til ummælis

Er send til ummælis

Fiskimálaráðið:

hevur sent uppskot um broyting í kunngerðini um landing í Føroyum til ummælis.

Broytingin er, at makrelur, veiddur í norskum sjógvi, verður undantikin kravinum um landing um føroyskan bryggjukant.

Tá Føroyar, Bretland og Noreg nýliga skrivaðu undir semju um at skipa fiskiskapin eftir makreli í 2024, avtalaðu Føroyar og Noreg samstundis, at føroysk skip kunnu fiska ein part av føroysku makrelkvotuni í norskum sjógvi.

Í avtaluni við Noreg er treyt, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag. Hendan treytin ger, at makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, kann verða avreiddur aðrastaðni enn í Føroyum.

Sambært sjófeingislógini skal veiða hjá føroyskum fiskiførum landast og avreiðast um bryggjukant í Føroyum; tó kunnu í mesta lagi 15 prosent av veiðuni fyri hvørt fiskaslag sær landast og avreiðast uttanlands. Heimild er at gera undantak frá hesum kravi.

Í kunngerð um landing í Føroyum eru ávís fiskasløg undantikin kravinum um at verða landað í Føroyum.   

Fyri at avtalan við Noreg um atgongd at fiska makrel í norskum sjógvi í 2024 skal kunna setast í verk, er neyðugt at broyta kunngerðina, so at eisini makrelur úr norskum sjógvi kemur á listan við fiskasløgum, sum eru undantikin kravinum um landing í Føroyum.

Uppskotið um broytingar í kunngerðini um landing í Føroyum er til ummælis fram til 16. juli 2024, og møguligar viðmerkingar skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 16. juli 2024.

Uppskotið er tøkt her á síðuni undir "Uppskot til ummælis".