Broyta byggisamtyktina, so Varðin Pelagic kann byggja út
Býráðið samtykt at broyta byggisamtyktina
Allir býráðslimirnir á Tvøroyri uttan Súsanna Bertholdsen atkvøddu fyri at broyta byggisamtyktina, so Varðin Pelagic kann byggja út.
Tvøroyar býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina, so Varðin Pelagic kann byggja út.
Talan er um at víðka havnarøki D 100 metrar eystureftir og broyta neystaøki G, sum er innan fyri havnarøki D, til havnarøki.
Í broyttu byggisamtyktini stendur framvegis, at byggjast má ikki hægri enn 11,5 metrar.
Men so er komið aftrat, at neyðugir tekniskir húsalutir, herundir siloir og skorsteinar, kunnu vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins.
Súsanna Bertholdsen mælti til, at býráðið fyrst skuldi hava fund við bólkin "livilig kor á Tvøroyri", áðrenn støða var tikin til at broyta byggisamtyktina.
Bólkurin hevur biðið um fund við býráðið.
Uppskotið hjá Súsonnu Bertholdsen fekk bara eina atkvøðu, hennara egnu.
LES ALLA GREININA HER https://kvf.fo/greinar/2023/02/21/byradid-samtykt-broyta-byggisamtyktina