BROT ÚR SJÓMANNSLÍVIÐ MÍNUM

Vit endurgeva tað Torfinn Thomsen skrivar á facebook-vanganum "Sunnbøur"

EG MINNIST ÚR GOMLUM DØGUM - BROT ÚR SJÓMANNSLÍVIÐ MÍNUM.

Í 1961 var eg til fiskarí við sluppini Sæborg TG 405,sum tá var heimahoyrandi í Vági.

Vit fóru fyrst í juni mánaða á vesturlandinum í Íslandi at royna við snellu, men har var ikki naka serligt at fáa.

Tað royndu eisini fleiri sluppir har,minnist Havgásina,Bjørgvin,Mjóanes,Ester, Gudrun,Sigurfarið,Norðhavið,Henry Friman,Falkurin og Sæborg, møguliga onkrar aðrar sluppir vóru eisini.

So ein dagin hoyrdu vit, eina av hesum sluppum tosa í skipssendarnum, við línuskipið Brestir sum var í Eysturgrønlandi,saman við Beinir,báðir royndi við snellu har,og teir høvdu rokfiskarí.

Nakrar skiparir tosaðu so saman,um at fara til Eysturgrønland,og so var gjørt. Við fóru fyrst inn til Reykjavíkar eftur olju,vatni og provianti.

Síðani settu vit kós móti Angmagssalik, tí útfyri har fingi Brestir og Beinir fiskin.

Við vóru einar fimm sluppir sum fóru til Eysturgrønlands.

Skjótt var vestur um,tí veðrið var gott og teinurin at sigla stuttur, eg haldi vit høvdu uml.1 1/2 døgn um ferðina.

Brestur og Beinir høvdu peilara,so teir hjálptu okkum at halda kósina, har teir vóru staddir.

Fiskaríði har yvuri var innarliga móti landi,tað vóru fleiri ísfjøll,sum stóðu føst á bótni inni á landgrunninum, undir nøkrum av teimum helt toskurin til.

Tá man silgdi tett inn í móti nøkrum av hesum ísfjøllum,var fult av fiski at fáa, og tað var av stórum yvurvaksnum torski.

Streymurin rekur sera hart í eysturgrønlandi,so hvør maður kundi fáa bert eini 2 til 3 dráttir,áðrin skipi rak burtur frá ísfjallinum.

Man mótti altí leggja í leg av ísfjøllinum, fyri at fáa fiskakenni.

Men av tí fiskurin var so stórur, vaks fiskarúgvan skjótt.

Tað komu fleiri føroysk stállínuskip til eysturgrønland um tað mundi vit vóru har.men tey støðgaðu ikki longi 1-2 dagar,so fóru tey vestur um til vesturgrønlands at royna,eg haldi teir vóru for ótolnir,tá ikki fiskur fekst beinaveg.

Vit fiskaðu har í eini 14 dagar, tá kom knapliga ein ísbrúgv,sum stongdi øll skipini inni í ísinum.

Nú var góð ráð dýr,sluppinar vóru gomul træskip, sum ikki toldi at ísflakarnir komu í móti skipsíðinum.

Vit riggaðu so langar hagar og stengur til,so man kundi stinga ísflakarnir burtur frá skipinum.

Við sóðu so einasta møguleika fyri at koma burtur úr ísinum, og tað var at fara inn móti Angmagsalik.

Brestir og Beinir vóru stálskip so teir kláraðu seg betur í ísinum enn træskipini.

Teir prøvaði so at gerða eina rennu,við at trýsta ísflakarnir til síðis, so silgdu sluppinar í reyvuni aftan á teimum(í einum slag av konvoy)seint gekk, tríggjar skipslongdir framm og eina aftur,inn móti landi.

Nú við eitt sendur tað aftasta skipið í konvoyuni(eg haldi tað var Ester) neyðarkall út,at ein ísflaki var farin inn gjøgnum síðuna, og skipi lak illani.

Ísurin hevði lagt seg um skipi, so tað slapp ongan veg.

Beinir prøvaði so at bróta seg tilbakar til neyðstatta skipið, samtíðis lempaðu mannskapið salti út í mótsatta síðu sum holi var.

Teir fingju soleiðis lagt skipi yvir á síðuna,so holið kom uppunda.

Síðan fekk mannskapið ein segldúk nelgdan á holi,so legin bleyv nøgulunda tettur.

Beinir fekk so hettar skipi leyst,so tað kundi halda framm at sigla.

Tá vit vóru komnir úr tí ringasta av ísinum, fekk Mjóanes alvorligar motortrupuleikar,so hon mótti sleipast tað seinasta strekki,móti landi.

At enda komu øll skipini inn til Angmagsalik,og ankraði upp har.

Vit blivu so liggjandi innistongdir í fleiri dagar.

Eg minnist vit gingu upp á eitt fjallalendi fleiru ferður um dagin, at hyggja út á sjógvin,fyri at vita nær ísbrúgvin fór at tinnast.

So ein dagin kom róp í, nú var isbrúgvin við at hvørva.

Allar sluppinar,uttan Mjóanes, lættu so akker,og fóru út,og so á sigla heim.

Motorurin á Mjóanes var so illa farin at hann gjørdis ikki aftur.

Tryggingin vildi ikki gjalda fyri at sleipa hana heim, so hon bleyv liggjandi eftur í Angmagsalik.

Mannskapið á Mjóanes slapp so við hinum sluppunum heim til Føroyar, onkur kom við Sæborg.

Planurin var at verða ólavsøkuaftan í Føroyar, men veðrið var ikki naka serligt á heimreiðsuni,so vit komu ikki til Havnar fyrrenn ólavsøku dag.

Fiskaríði henda túrin var 330 skippund saltfisk,sum var hildi verða gott,tí túrurin vardi bert,tilsamans knapt tveir mánaðar.

Torfinn Thomsen