Brimil umfatandi botnviðgerð á MEST

Skipið kennist sum eitt nýtt skip aftaná hesa viðgerð

Brimil hevur seinastu tíðina verið á MEST til millum annað fullfíggjaða botnviðgerð. Hetta er arbeiði, sum tekur 1-2 vikur og fevnir umframt dýbdar vasking, um 5 løg av máling. Ímillum hvørja viðgerð skal málingin torna so hvørt.

Fyrst var dýbdar vasking av gomlu málingini gjørt við 3000 bar trýsti, so at vaska var væl og virðiliga heilt inn á stálið. Hervið fæst ein heilt sløtt yvirflata. Síðani var byrjað við yvirflatuviðgerð av nýggjum, við 2 løgum av grundara og einum sambindingarlagi millum grundmáling og botnmálingina. Til seinast var málað við 2 løgum av botnmáling (antifouling).

Henda heildar botnviðgerðin leingir um slitstyrki og livitíð – og skipið kennist sum eitt nýtt skip aftaná hesa viðgerð. Úrslitið er samstundis ein slætt flata á botninum, sum tryggjar minni mótstøðu í sjónum og harvið betri lønsemi.

MEST hevur somuleiðis gjørt eina fulla yvirháling av síðuskrúvuni eisini. Brimil fer væntandi í sigling aftur seinni í vikuni.

Si myndirnar, sum vísa tey ymisku løgini og stigini í viðgerðini. HER mest.fo 

Tað skrivar Mest á síni heimasíðu.