Breiðanes og Hamranes farnir útaftur
Fyri løtu síðan høvdu vit Johan Martin Poulsen, skipara á Hamranes í telefonini, tá vóru teir, Hamranes og Breiðanes, aftur á veg aftur til fiskiskap.
Teir komu inn mikudagin og høvdu høvdu 300.000 pund tilsamans, sum teir landaðu til TG Seafood í Hvalba. Alt var upsi.
Johan Martin segði, at teir høvdu roynt í 8 dagar, sunnanfyri.
Veðrið var ikki av tí besta allar dagarnar, segði John Martin, men fiskiskapurin var rímuliga góður.
Oftast eru túranir uppí 10 dagar.
Skipari á Breiðanes var Hansus Poulsen
Rúni Thomsen, eigur myndirnar.