Breið semja um príseftirlit
Eftirlitið skal gera marknaðargreiningar og tryggja, at eitt nú almennar stuðulsskipanir veruliga koma brúkarunum til góðar.
Tað var stór undirtøka fyri lógaruppskotinum, tá atkvøtt var í málinum til aðru viðgerð í dag. Samgonguflokkarnir, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin tóku undir við uppskotinum.
Endamálið er at geva Kappingareftirlitinum víðkaðar heimildir at gera marknaðarkanningar, so betur kann metast um, hvørt talan er um viðurskifti, ið mugu metast sum kappingaravlagandi.
Tað er greitt, at í einum lítlum marknaðarbúskapi sum tí føroyska er møguleiki fyri, at kappingin á einstøkum marknaðum er avmarkað og viðbrekin.
Uppskotið um príseftirlit er serliga komið í kjalarvørrinum av stóra prísvøkstrinum seinastu tvey árini, og teimum almennu stuðulsskipanum, sum eru í gildi fyri at fáa ferð á orkuskiftið.
Tað skrivar javnaðarflokkurin á facebook-vanga sínum í kvøld