Brasilianski matvørumynduleikin 10 dagar í Føroyum
Brasilianska eftirlitsvitjanin er liðug
Í dag hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan verið á seinastu vitjan saman við brasilianska matvørumyndugleikanum MAPA í hesum umfari.
Brasilianski matvørumynduleikin MAPA er umboðaður av tveimum djóralæknum, sum hava verið í Føroyum síðani mánadagin 17. juni.
Endamálið við hesi vitjan er at kanna um Heilsufrøðiliga starvsstovan kann vera góðkend sum skikkaður myndugleiki í mun til útflutning av fiskavørum til Brasil.
Hesar seinastu 10 dagarnar hava vit verið runt á ymiskum virkjum, umboðandi ta fiskaframleiðslu, Heilsufrøðiliga starvsstovan varðar av. Skráin fyri eftirlitsvitjanina í Føroyum fevndi um fiskiskip, landingarmiðstøðir, flakavirki, saltfiskavirkir, pelagiskt virki og laksavirki.
Vitjanirnar hava gingið væl. Virkini hava tikið væl ímóti, og sera dugnalig fólk hava víst runt og greitt frá framleiðsluni á virkjunum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur greitt frá eftirlitsarbeiði, lóggávu og øðrum viðkomandi viðurskiftum, sum brasilianski matvørumynduleikin MAPA hevur tørv á at skoða.
Endafundur, har tikið verður saman um vitjanina verður í morgin 26. juni. Um tveir mánaðir verður endaliga frágreiðingin og niðurstøða frá brasilianska matvørumyndugleikanum, MAPA, send Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Tá niðurstøðan er móttikin fáa vit at vita grundarlagið fyri at útflyta fiskavørur til Brasil.