Borgarin var nýmótans skip í 1969
Frystilínuskipið Borgarin hjá Innistovumonnunum við bryggja undir Dávavirkinum um jóltíðir í 1971. Borgarin varð smíðaður á norskari skipasmiðju tvey ár frammanundan, og sum frystiskip hevði hann nógvar veiðumøguleikar. Hann fiskaði m.a. hemara og svartkalva við Labrador og á Flemish Cap, og onkur ár hevði hann kalvakvotu undir Íslandi.
Reiðaríið hevði nøkur ár frammanundan bygt línuskipið Nónhamar á Skála, sum síðan hevur skift navn og eigarar fleiri ferðir. Seinastu árini hevur skipið itið Helena, og hevur ligið við bryggju í Klaksvík. Einaferð var ætlanin at varðveita skipið sum savn og sum minni um gomlu línuskipini, men tær ætlanirnar vórðu sleptar. Um tað viðrar, verður Helena søkt á Borðoyarvík hósdagin í hesi vikuni. ( útsett til næstuviku ) Oddbjørn Vágslíð tók myndina í 1971.
Tað skrivar Jakup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna