Borð fyri borð
Sætta umfar er um at vera liðugt. Tað eitur Remmuborð, eftir tað kemur Rimin og síðani Stokkarnir.
Í gjár, 26. juli, var seinasti dagur, ið bátasmiðurin arbeiddi áðrenn ólavsøku. Byrja verður aftur í Steigartúni, mánadagin 7. august.
Tað skrivar Sandavágs Fornminnafelag á facebook.
Til sølu
Báturin verður settur til sølu, tá hann er liðugt smíðaður. Við fylgja 4 árar og róður.
Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, lutaður burtur á ólavsøku 2023.
Áhugaði kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477
Bókin “Føroyski báturin. Bátur og bátasmíð” er at fáa til keyps í Bartalsstovu í Sandavági og í Gamla Bókhandli og Rit & Rák í SMS í Havn.